3. Grand Prix kappingin, sum skuldi verða í róðrarneystinum á Argjum leygardagin 11. desember verður nú útsett.
Koronustøðan í løtuni, hevur við sær at Róðrarsambandið ikki hevur møguleika, at skipa fyri 3. Grand Prix kappingini komandi vikuskifti.
Tíverri er ikki møguligt hjá Róðrarsambandinum at skipa kappingina sum sokallaða netborna (on-line) kapping. Arbeitt hevur veriđ við, at útvega eina skipan, sum ger tað møguligt hjá Róðrarsambandinum framyvir at skipa fyri netbornum kappingum. Veitarin av skipanini kann tíverri ikki seta kappingina upp fyri okkum til leygardagin, orsaka av at tey skipa aðrar kappingar uttanlanda komandi vikuskifti.
Vit eru greið yvir at luttakararnir leggja nógva orku í fyrireikingarnar og venjing til kappingarnar, og at tað er sera óheppið at útseta kappingar, serliga við so stuttari freist. Tí eru vit eisini sera hørm um støðuna, vónandi verður møguligt at skipa fyri netbornum kappingum framyvir, tá ið tørvur er á tí.
Grand Prix kappingini verður væntandi fyrst í komandi árið. Nærri kunning kemur um hetta skjótast gjørligt.