Kunnað verður hervið um, at skipað verður fyri fýra kappingum í inniróðri. Kappingarnar verða skipaðar sum grand prix-kappingar í fýra umførum, har seinasta kappingin eisini er um føroyameistaraheitið (FM).
Kappingarnar verða skipaðar á hesum støðum:
- í Trongisvági – 24. oktober 2020
- í Sørvági – 21. november 2020
- í Klaksvík – 9. januar 2021
- í Kollarfirði – 13. mars 2021 (FM)
Nærri kunning kemur um tilmeldingina í næstu viku.
Stigabýtið í grand prix-kappingini verður soleiðis: nr. 1 fær 7 stig, nr. 2 fær 6 stig, nr. 3 fær 5, stig, nr. 4 fær 4 stig, nr. 5 fær 3 stig, nr. 6 fær 2 stig og nr. 7 fær 1 stig.
Til tríggjar tær fyrstu grand prix-kappingarnar eru vektflokkarnir +2,5 kg, tvs. fyri kvinnur er markið 61,5 + 2,5 kg, og menn 75 + 2,5 kg. Til seinastu grand prix-kappingina og FM er markið fyri kvinnur 61,5 kg og menn 75 kg.
Kunnað verður um, at freistin at melda til kappingarnar í inniróðri 2020/21 er mikukvøldið 21. oktober 2020 kl 24. Luttøkugjaldið er 100 kr. í alt fyri grand prix-kappingar í fýra umførum, har seinasta kappingin eisini er um føroyameistaraheitið (FM). Luttøkugjaldið er 100 kr. sjálvt um róð verður í einari ella øllum kappingunum.
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni https://innirodur.rsf.fo.linux2.unoeuro-server.com/. Sí kunning um vektflokkar og aldursbólkar á https://innirodur.rsf.fo.linux2.unoeuro-server.com/kunning-um-aldursbolkar-og-vekt/
Møguleiki er at luttaka í hesum bólkum:
Einstaklingakappingar børn
– Gentur – 12 ár (2 min)
– Dreingir – 12 ár (2 min)
– Gentur – 13 ár (3 min)
– Dreingir – 13 ár (3 min)
– Gentur – 14 ár (4 min)
– Dreingir – 14 ár (4 min)
– 2000m Gentur – 15 ár
– 2000m Dreingir – 15 ár
– 2000 m Gentur – 16 ár
– 2000m Dreingir – 16 ár
– 2000m Gentur – 17 ár
– 2000m Dreingir – 17 ár
Einstaklingakappingar vaksin
– 2000m Kvinnur Opin bólkur lættvekt
– 2000m Kvinnur Opin bólkur tungvekt
– 2000m Menn Opin bólkur lættvekt
– 2000m Menn Opin bólkur tungvekt
– 2000m Kvinnur 30-39 ár lættvekt
– 2000m Kvinnur 30-39 ár tungvekt
– 2000m Menn 30-39 ár lættvekt
– 2000m Menn 30-39 ár tungvekt
– 2000m Kvinnur 40-49 ár lættvekt
– 2000m Kvinnur 40-49 ár tungvekt
– 2000m Menn 40-49 ár lættvekt
– 2000m Menn 40-49 ár tungvekt
– 2000m Kvinnur 50+ ár
– 2000m Menn 50+ ár