Freistin at melda til kappingina í inniróðri leygardagin 21. november í Sørvági er mikukvøldið á midnátt.
Luttøkugjaldið fyri allar kappingarnar er 100 kr. tvs. luttøkugjald skal bert rindast einaferð.Luttakarar skulu bert melda til einaferð, í tilmeldingini er møguligt at velja hvørjar kappingar luttakarin ynskir at luttaka í.
Eru luttakarar, sum einans hava meldað til eina kapping, men ynskja at luttaka í fleiri kappingum, kunnu tit broyta tilmelingina við at skriva til ulrik@rsf.fo.