Kunning um EM og HM í inniróðri 2021

Høvuðsstuðul

Orsakað av støðuni við Covid-19 verður EM og HM í inniróðri 2021 skipað sum online kappingar.

 

EM verður í døgunum 5. – 6. desember 2020 og er samstundis ein úttøkukapping til HM, sum verður í døgunum 23. – 27. Februar 2021.

 

Tilber eisini at kvalifisera seg til HM umvegis “Open Qualification Pathway”. Á hendan hátt kunnu rógvarar rógva ein av kappingarteinunum í bólkunum, róð verður í, í tíðarskeiðnum 27. november 2020 til 7. februar 2021 kl. 24.00 CET. Tilber at rógva fleiri ferðir fyri at betra um tíðina.

 

Róð verður í 3 ymiskum bólkum, har kappingarteinar eru deildir upp eftir aldri og vekt. Sí meira á s. 7-9 í “Competitor Information Guide”, sum tú sært við at trýsta HER.

 

Róðrarsambandið eggjar øllum áhugaðum rógvarum at luttaka í online kappingunum í inniróðri, og Róðrarsambandið hjálpir fegið við tilmeldingini.

 

Fyri at luttaka í online kapping, skalt tú hava atgongd til ein consept2 rógvimaskinu við antin PM3, PM4 ella PM5 skíggja, sum er uppdateraður til seinastu stýrisskipanina, ein USB (A til B kápul) at linka frá skíggjanum til teldu, eina Windows ella Mac teldu við Chrome browsara og støðugt internetsamband.

 

Áðrenn róð verður til EM kappingina, ber til at royna sambandið á https://master.regatta-systems.com/homerace

 

Tey, sum ynskja at luttaka, kunnu senda ein teldupost til innirodur@rsf.fo í seinasta lagi leygardagin 21. november 2020 kl. 24.00.

 

Tit skulu upplýsa navn, bústað, føðingardag, hvat felag, tit eru limir í, og um tit rógva tung- ella lættvekt. Fyri kvinnur er markið 61,5 kg, og fyri menn er markið 75 kg. Eisini skulu tit senda avrit av samleikaprógvi.

 

Meira kunning:

Meira kunning um EM sæst HER

Meira kunning um HM sæst HER

FLEIRI TÍÐINDI

pro-uMEz4LWG
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
SvQawNx2P9U
STARTRØÐ - GRANDPRIX 1 - 2025
20221008_123100
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2025 OPIN
STROYMING GRANDPRIX 2 – 2023-24
KUNNING UM VEKTFLOKKAR OG ALDURSBÓLKAR
20240309_082621
Tilmelding inniróður 2025
1 2 3 21