Síðsta umfarið í grandprix kappingini, FM og liðkapping í inniróðri verður leygardagin.
Kappingin byrjar við fyrsta róðri kl. 10.00.
Innviging fyri lættvektarar í einstaklingabólkum er millum 1-2 tímar áðrenn start. Tvs. um tú rør kl. 10.40, skal tú vigast millum kl. 8.40 og 9.40.
Allir luttakarar í liðkapping skulu vigast í seinasta lagi kl. 12.00.
Medaljuhandan verður eftir hvønn róður.
RSF bjóðar kaffi, te, saft og køku.
Tvær inngongdir eru til høllina. Rógvarar vera bidnir um at taka niðaru inngongdina (beinleiðis inn í høllina), og áskoðarar vera bidnir um, so vítt gjørligt, at brúka inngongdina omanfyri.
Høllin verður deild upp í tvey – ein síða til upphiting og ein til kapping. Rógvarar kunnu uppihalda seg í upphitingarøkinum. Áskoðarar skulu halda seg á áskoðaraøkjunum ella í kantinuøkinum.