EM í París – fyrsti dagur

Høvuðsstuðul

Í dag hava teir sjey føroysku rógvararnir á landsliðnum kappast í 500 metrum í Europeiska Meistaraheitinum, sum er í París. Ikki kann sigast annað, enn at føroyingar eru millum tey allarbestu, tá tey kappast á einari rógvimaskinu.

Úrslitini frá fyrsta kappingardegi tala fyri seg. Ímillum hundratals íðkarar vóru okkara í toppinum, har tey luttóku.

Kvinnur 30-39 lættvekt:

nr. 1 Sarita Kristina Hansen endurvann meistaraheitið 4. árið á rað. Hon róði teinin uppá 01:38,6

Kvinnur 30-39:

nr. 5 Inga Weihe Sivertsen 1.37,1

Menn 30-39 lættvekt:

nr. 7 Hans Petur Brekkstein 1.30,1

Kvinnur U23:

nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen 1.32,3

nr. 3 Sára Maria Johansen 1.35,7

Kvinnur U23 lættvekt:

nr. 2 Zoe Elisabeth Dickson 1.40,7

Menn U19:

nr. 1 Mattias Durhuus 1.19,4

Í morgin, leygardagin, verður kappast í 2000 metrum.

kl. 9.30 Sarita og Inga

kl. 10.05 Hans Petur

kl. 10.25 Zoe, Vár og Sára Maria

kl. 11.40 Mattias

Til ber at fylgja róðrunum á YouTubu kanalini hjá World Rowing – 2023 European Rowing Indoor Championships

Á myndini síggja føroysku rógvararnir, forkvinnan í RSF Annika V. Dalsgarð og nevndarlimur Rógvi Kærbech.

FLEIRI TÍÐINDI

Úrslit BRIC Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
Føroyingar til BRIC 2025
Føroyingar til BRIC
Burn Róður 3
Burn Róður 3 á Kambsdali
Silvur í singapore
Silvur í Singapore
20241005_133316
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 3 - 2025/2026
20231209_114323-scaled
Stroyming BURN Róður 3
1 2 3 30