INNIRÓÐUR
INNIRÓÐUR

TÍÐINDASKRIV – EM 2023

29-01-2023

Føroyska landsliðið í inniróðri hevur luttikið í Europameistaraskapinum í París í vikuskiftinum.

Róðrarsamband Føroya hevur ikki verið uttanlands við landsliðnum í 2021 og 2022 vegna farsóttina, men hevur luttikið til kappingarnar netborið. Tí var spennandi hjá rógvarunum at koma til eina fullsetta høll, har umleið 3.000 luttakarar hittust.

Róðrarsambandið úttók í desember sjey rógvarar at umboða Føroyar til EM, harav fimm av teimum eisini skulu kappast í HM, sum verður í Toronto síðst í februar.

Sarita Kristina Hansen, landsliðsvenjari hevur umboðað Føroyar fleiri ferð áður í altjóða kappingum, og aftur hesuferð vísti hon sína styrki, og vann seg fjórða árið á rað til 1. pláss í bæði 500 og 2000 metrum.

Inga Weihe Sivertsen, Mattias Durhuus, Zoe Elisabeth Dickson og Vár Guriardóttir Hansen hava somuleiðis umboðað Føroyar á landsliðnum áður. Hans Petur Brekkstein og Sára Maria Johansen umboðaðu Føroyar á fyrsta sinni.

Sára Maria, Vár og Zoe rógva og venja dagligt í Danmark, har tær í løtuni eru í lestrarørindum.

Tíðirnar frá fríggjadegnum – 500 metrar:

Kvinnur 30-39 lættvekt:
Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 1:38,6

Kvinnur 30-39:
Nr. 5 Inga Weihe Sivertsen – 1.37,1

Menn 30-39 lættvekt:
Nr. 7 Hans Petur Brekkstein – 1.30,1

Kvinnur U23:
Nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen – 1.32,3
Nr. 3 Sára Maria Johansen – 1.35,7

Kvinnur U23 lættvekt:
Nr. 2 Zoe Elisabeth Dickson – 1.40,7

Menn U19:
Nr. 1 Mattias Durhuus – 1.19,4

Tíðarnar frá leygardegnum 2000 metrar:

Kvinnur 30-39 lættvekt:
Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 7.25,3

Kvinnur 39-30:
Nr. 4 Inga Weihe Sivertsen – 7.22,2

Menn 30-39 lættvekt
Nr. 9 Hans Petur Brekkstein – 6.40,3

Kvinnur U23:
Nr. 4 Sára Maria Johansen – 7.11,3
Nr. 5 Vár Guriardóttur Hansen – 7.23,8

Kvinnur U23 lættvekt:
Nr. 3 Zoe Elisabeth Dickson – 7.31,2

Menn U19:
Nr. 4 Mattias Durhuus – 6.13,9

FLERI TÍÐINDI

20201024_115056
STARTRØÐ - GRANDPRIX 1 - 2023-2024
20220312_120907
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2023-2024 OPIN
FM2023-1
Kappingarárið 2023
304950715_732178001912076_5481619940903343860_n
ÚRSLIT GRANDPRIX 4 – 2022-2023
20210306_153615
STARTRØÐ - GRANDPRIX 4 / FM 2022-2023