KUNNING UM FM KAPPINGINA Í INNIRÓÐRI 11. MARS 2023

Høvuðsstuðul

Síðsta umfarið í grandprix kappingini, FM og liðkapping í inniróðri verður leygardagin 11. mars 2023 í høllini í Skúlanum við Streymin.

Kappingin byrjar við fyrsta róðri kl. 10.00.

Innviging fyri lættvektarar í einstaklingabólkum er millum 1-2 tímar áðrenn start.

 

Liðkapping

Skipað verður fyri liðklingakapping í bólkunum:

Gentur U18 og dreingir U18 í hvør sínum bólki

og kvinnur/menn Y18 blandað – tvey av hvørjum kyni.

4 rógvarar eru á hvørjum liði.

Kappingarteiurin er 2000 m, har hvør rógvari rør 250 m (+/- 50 m) hvørja ferð.

Liðkappingin verður skipað soleiðis:

1. Fyrsti rógvari byrjar á maskinuni. Tá rógvarin er liðugur at rógvar, skal viðkomandi renna yvir til liðfelagarnir, ið standa aftanfyri eina linju, sum er 10 m frá maskinuni og handa ein luttakarastav.

2. Næsti luttakari kann renna yvir til maskinuna at rógva, tá hin luttakarin er komin innum 10 m linjuna, og tá ið viðkoamndi hevur fingið luttakarastavin í hondina.

3. Síðsti rógvarin endar kappingina á maskinuni, tá allur teinurin er rógvin.

Tíðarhandikapp verður roknað sambært galdandi skrá hjá Dansk Forening for Rosport í mun til aldur, kyn og vekt.

Allir luttakarar í liðkapping skulu vigast í seinasta lagi kl. 12.00.

Heiðursmerkjahandan verður eftir hvønn róður.

 

RSF bjóðar kaffi, te, saft og køku.

 

FLEIRI TÍÐINDI

pro-uMEz4LWG
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
SvQawNx2P9U
STARTRØÐ - GRANDPRIX 1 - 2025
20221008_123100
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2025 OPIN
STROYMING GRANDPRIX 2 – 2023-24
KUNNING UM VEKTFLOKKAR OG ALDURSBÓLKAR
20240309_082621
Tilmelding inniróður 2025
1 2 3 21