Fyri Róðrarsambandið hevur februar mánaður tey seinastu mongu árini verið merktur av landsliðskappingum úti í heimi. Eitt nú var okkara landslið í Prag til EM og HM í 2024, og í París og Toronto til EM og HM í 2023, har vit ferð aftaná ferð hava víst umheiminum, at vit eiga nakrar av heimsins bestu innirógvarum. Í ár er februar mánaður heldur øðrvísi.
World Rowing hevur í ár valt at skipa HM sum eina netborna kapping yvir tvey vikuskifti, 15. – 16. og 22. – 23. februar. Tíverri verður ikki skipað fyri EM í ár. Freistin at kvalifisera seg var 3. februar, og tá freistin var farin, varð greitt, at 16 føroyingar høvdu róð seg til 22 setur.
Róðrarsamband Føroya fer í samband við netbornu kappingina at skipa fyri karmunum til kappingina her í Føroyum. HM í inniróðri fer at seta sín dám á upplatingardagarnar í nýggju stórhøllini við Tjarnir. 15. og 16. februar. RSF bjóðar kvalifiseraðu íðkarunum at rógva á tjóðleikvølli okkara fyri innandura ítrótt. Seinna vikuskifti, tað vil siga 22. – 23. februar, vera vit í ítróttarhøllini við Gøtugjógv. Vit vóna at nógv fólk koma at heppa og stuðla rógvarunum.
Hesi hava kvalifiserað seg til HM í inniróðri:
500m sprint, 15. – 16. februar við Tjarnir:
- Pauli Joensen, U17.
- Nóa Heri Rúnarson, U17.
- Jógvan Fríði Christiansen, U17.
- Kristian Svenning Johannesen, U17.
- Mattias Durhuus, 19-20 ár.
- Símun Tórur Joen-Jacobsen, 21-22 ár.
- Vár Dánjalsdóttir í Húsinum, U17.
- Poula Christiansen, U17.
- Nanna Schiller Jóanisdóttir, U17.
- Vár Guriardóttir Hansen, 23-39 ár.
- Sarita Kristina Hansen, 23-39 ár í lættvekt.
- Jóhanna av Steinum, 40-44 ár.
2000m, 22. – 23. feb, við Gøtugjógv:
- Pauli Joensen, U17.
- Teitur Borg Brattaberg, U17.
- Vár Dánjalsdóttir í Húsinum, U17
- Poula Christiansen, U17.
- Nanna Schiller Jóanisdóttir, U17.
- Tanja Kruse Dam, 19-20 ár.
- Sarita Kristina Hansen, 23-39 ár í lættvekt.
- Jóhanna av Steinum, 40-44 ár.
- Jóhan Klæmintson Jacobsen, 40-44 ár.
- Heri Mortensen, 55-59 ár.
Hvussu er kappingin skipað?
Kappingin verður skipað í trimum riðlum yvir vikuskiftið – býtt sundur í Continental Knockout Heats, Semi-Finals og Grand Finals.
Leygardag verður róð Contental Knockout Heats, har allar tíðir verða “rankaðar” í overall menn, overall kvinnur, overall lættvekt (menn og kvinnur). Top 50 í hvørjum kyni og vektklassa kvalifisera seg til Semi-Finals.
Sunnudag verður róð Semi-Finals, har Top 20 í hvørjum kyni og vektklassa kvalifisera seg til Grand Finals. Sunnukvøldið verður finalan.
Heiðursmerki verða givin Top 3 í aldursbólkum og Top 3 av Grand Finals.
Fyri at fáa besta úrslit í sínum bólki, er neyðugt at koma longst í kappingini, fyri síðani at rógva skjótastu tíð í finaluni. Rør tú skjótastu tíð í bólkinum U17 leygardag til Continental Knockout Heats, men nært ikki til Grand Finals, meðan kappingarneytin ger, so vinnur kappingarneytin á tær, hóast hann hevur eina seinni tíð í finaluni.
Íðkari 1 (U17) | Íðkari 2 (U17) | |
C. Knockout Heats | 7:21 | 7:22 |
Semi-Finals | 7:23 | 7:22 |
Grand Finals | Kvalifiseraði ikki | 7:24 (vinnari av U17) |