1. Endamál
- Hetta lýsir treytirnar, sum eru galdandi fyri allar rógvarar, ið melda seg til BURN Róður kappingarnar í inniróðri, skipaðar av Róðrarsambandi Føroya (RSF). Við tilmelding váttar rógvarin at hava lisið, skilt og góðkent treytirnar niðanfyri.
2. Limaskapur
- Rógvari skal vera limur í felagi undir RSF ella í felagi undir øðrum útlendskum róðrarsambandi.
3. Felagsskifti
- Rógvari, sum byrjar at venja við einum felagi, kann ikki skifta til annað felag eftir 1. november, uttan so at fyrra felagið gevur loyvi til tess.
4. Tilmelding
- Tilmelding til kapping skal vera avgreidd í skipanini hjá RSF í seinasta lagi mánadag undan kapping.
- Tað ber ikki til at melda til eftir, at freistin er farin.
- Um rógvari ikki møtir uttan at hava boðað frá í seinasta lagi hósdag undan kapping, verður ásett bót á 300 kr., og rógvarin kann verða útihýstur frá næstu kapping.
- Undantak: Sjúka ella skaði. Boðast skal frá í skipanini og samstundis skal teldupostur við grundgeving sendast til [email protected]. RSF kann krevja læknaváttan.
5. Vektflokkarnir
- Til fyrstu GP-kappingarnar er markið 61,5 + 2,5 kg (kvinnur) og 75 + 2,5 kg (menn).
- Til seinastu GP og FM er markið 61,5 kg (kvinnur) og 75 kg (menn).
- Innviging skal vera avgreidd í seinasta lagi 1 tíma undan kapping.
6. Hjásitandi
- Rógvari kann hava hjásitara, sum skal vera sitandi undir allari kappingini.
7. Kappingartreytir
- Í einstaklingakapping skulu í minsta lagi tveir rógvarar vera tilmeldaðir, fyri at vinnari verður føroyameistari.
- Stendur á jøvnum í stigum millum fleiri rógvarar, tá ið kappingarnar eru av, er tann vinnari, sum var best plaseraður til seinastu grand-prix kapping.
8. Dómarin
- Dómarin er hægsti myndugleiki á kappingardegnum.
9. Kort
- Gult kort: Smærri brot (vera givin um rógvari: ikki akta boð – for seint til start – tjóvstartur – vísir ósømiligan atburð).
- Reytt kort: Stór brot (letur ósannar upplýsingar, broyting av drag factor undir kapping).
- Tvey gult kort sama dag = reytt kort.
- Trý gult kort á ymiskum kappingardøgum = reytt kort.
10. Ósømiligan atburð
- RSF kann burturvísa og við bót revsa rógvarar og onnur, ið sýna ósømiligan atburð undir kapping ella á ferð í milllum kapping og heimstað.
11. Kærumøguleikar
- Rógvari kann kæra dómaravgerðir til nevndina hjá RSF.
- Kæra skal latast inn skrivliga innan 2 samdøgur eftir avgerðina saman við prógvi um, at 500 kr. eru goldnar.
- Kæran skal vera undirskrivað av rógvaranum og í minsta lagi einum nevndarlimi í felagnum.
- Nevndin hjá RSF kann ikki taka avgerð um at strika meistaraheitið, ella at broyta dómarans meting undir kapping.
12. Aðrar reglur
- Víst verður til tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur um doping.
- Víst verður til Evstulóg hjá ÍSF.
13. Gildisváttan
- Við at melda teg til BURN Róður kappingarnar váttar tú:
– At tú hevur lisið og góðkent omanfyri standandi treytir.
– At tú ert til reiðar at fylgja ásetingunum og góðtaka møgulig revsitiltøk sambært reglunum.