Grandprix, FM og liðkapping í inniróðri

Høvuðsstuðul

Fjórða og seinasta umfarðið í grandprix kappingini í inniróðri fyri einstaklingar verður leygardagin 6. mars 2021 í høllini við Streymin. 

Kappast verður eisini um føroyameistaraheitið (FM), soleiðis at rógvarar hava møguleika at gerast grandprix og/ella FM vinnari. 

Umframt einstaklingakappingina verður eisini skipað fyri liðkapping. Kappingin verður skipað eftir sama leisti sum til altjóða kappingar í EM og HM. 

Stafettin: Teinurin er 2000m – Luttakarar eru 4 – Hvør luttakari rør 250m hvørja ferð – Luttakarin hevur ein luttakarastav í hondini – Hvør luttakari stendur minst 10 m frá maskinuni áðrenn byrjan – Tá luttakarin er liðugur at rógva skal hann minnast til luttakara stavin, renna yvir til liðfelagirnar ið standa aftanfyri 10 m frástøðu linjuna – Næsti luttakari kann renna yvir til maskinuna at rógva tá hin luttakarin er komin innum 10 m linjuna og fingið luttakarastavin í hondina. 

Í liðkappingini ber til at melda til í bólkunum gentur u18 og dreingir u18 í hvør sínum bólki og kvinnur/menn y18 blandað tvey av hvørjum kyni. 

Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri einstaklingakapping í grandprix/FM. Tey, sum fyrr hava luttikið í og goldið fyri grandprix kapping, hava longu goldið fyri luttøku í einstaklingakapping og skulu tí ikki gjalda aftur. 

Luttøkugjaldið fyri liðkappingina er 200 kr. fyri hvørt liðið. 

Tilmelding fer fram á www.innirodur.rsf.fo.

Freistin at melda til kapping er týsdagin 2. mars 2021.

FLEIRI TÍÐINDI

pro-uMEz4LWG
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
SvQawNx2P9U
STARTRØÐ - GRANDPRIX 1 - 2025
20221008_123100
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2025 OPIN
STROYMING GRANDPRIX 2 – 2023-24
KUNNING UM VEKTFLOKKAR OG ALDURSBÓLKAR
20240309_082621
Tilmelding inniróður 2025
1 2 3 21