DM í inniróðri verður skipað sum netborið tiltak, leygardagin 5. februar 2022.
RSF skipar fyri felags tiltaki fyri allar luttakarar í fimleikarhøllini í Kollafjarðar Skúla.
Luttakarar skulu sjálvir melda til kappingina á https://tilmeld.roning.dk/ týdningarmikið, at luttakarnir seta seg væl inn í reglarnar fyri kappingina. Luttakari skal hava egna teldu (við atgongd til teldupost) og kaðal við til kappingina.
Freistin at melda til DM er mikudagin 26. januar kl. 11.00 (fo tíð)
Aðrar kappingar í várið 2022
HM/WRICH verður í døgunum 25. og 26. februar 2022. Vit kanna hvørjar møguleikar, vit hava í mun til luttøku og kunna um tað í komandi viku.
FM og 4. umfar í Grand Prix kappingini verður leyðardagin, 12. mars í Høllini við Streymin.
Open Nordic verður, leygardagin 19. mars 2022. Kunning um hetta kemur seinni.