HM/WRICH í inniróðri

Høvuðsstuðul

RSF hevur eitt felags tiltak í Havn, tá kappingin um heimsmeistaraheitini í inniróðri verður í døgunum 25. og 26. februar 2022.   Kvalifikatiónin til at luttaka hevur verið opin á nakrar mánaðir, og endar mikudagin 2. februar kl. 23.59 (UTC)    Hevur tú enn ikki kvalifisera teg, er møguleikin enn til staðar. Leiðreglurnar standa á worldrowing.com – og niðanfyri eru tær í høvuðsheitum lýstar.   Send okkum ein teldupost, um tú ætlar at luttaka, ella um tú kennir onkran, ið fer.  

Luttøkukrøv til WRICH/HM

Fyri at luttaka í WRICH/HM í døgunum 25. og 26. februar 2002 skal ein hava kvalifiserað seg til luttøku. 

Tveir møguleikar eru fyri at kvalifisera seg til luttøku:

  1. Luttaka í einari góðkendari undankapping, sí her (sanctioned events): https://worldrowing.com/event/2022-world-rowing-indoor-championships
  2. Rógva og upptaka ein individuellan róður. Síðsta freist at upploada tíð og video er 2. februar kl. 23:59 UTC GG! hædd skal takast fyri, at tíðin at fáa góðkenning kann vera nakrar dagar.

Luttakari skal og má lesa og seta seg inn í leiðreglurnar á worldrowing.com. 

Niðanfyri eru í høvuðsheitum krøvini til individuella kvalifikatión:

  1. Upprætta profil á worldrowing.com Her krevst navn, nationalitetur, føðidato, mynd av passi og anlitsmynd av luttakara. Harumframt navn, teldupostadressa og telefonnummar frá foreldri ella verja, um luttakarin er undir 18 ár (luttekur í U19)
  2. Vel hvørja kapping/ar ein ynskir at luttaka í. Gjald.
  3. Legg eina videoupptøku inn fyri hvønn róður, luttikið verður í. Videoupptøka skal týðiliga vera/vísa:
    1. Einkult/alt-í-einum upptøka
    2. Upptøka skal innihalda:
      1. Kunning um luttakara, har anlit er týðiliga víst uttan nakra forðing.
      2. nærmynd av skerminum, áðrenn byrjað verður at rógva
      3. týðiliga/klára mynd av luttakara og rógvimaskinu gjøgnum allan róðurin.
      4. nærmynd av skerminum eftir róðurin. Skermurin skal týðiliga vísa røttu eindirnar fyri róðurin. 

GG! Tað ber til at dagføra tíðina, um ein ger fleiri royndir at kvalifisera seg.

  1. Score Verification/váttan fyri róður
    1. áðrenn róð verður, tryggja at dagfesting og tíð á skerminum er røtt sett, og at skermurin er dagførdur. Hetta er krav fyri at váttanin verður góðkend. 
    2. Ger eitt av fylgjandi
      1. Tøppa tað 16-sifraðu Verificatións koduna á heimasíðuna
      2. Uploada róðurin á Concept2 Logbook og bind tað til entry portalin
  2. Lættvekts váttan (bert tey, ið luttaka í lættvekt kapping)
    1. Innviging er millum 2 og 1 tíma undan kapping og skal takast upp á video, ið vísur:
      1. Luttakara í fullari hædd og týðiligt anlit, meðan viðkomandi traðkar upp á eina vekt í kappingarklæðum.
      2. Vektin skal vísa vekt í kilo við 0,1 kg. vísing.
      3. Prógv fyri dag og tíð, umframt verifikatiónskodu. Kann gerast við at hava eina telefon ella teldu við síðunar av, sum týðuliga vísir hetta. 

FLEIRI TÍÐINDI

IMG_0785
Føroyskt heimsmet í inniróðri
20221112_145832
GRANDPRIX 2023-24 SAMLAÐ ÚRSLIT
20240309_082621
ÚRSLIT GRANDPRIX 4 – 2023-2024
20210306_153615
STARTRØÐ - FM/GRANDPRIX 4 - 2023-2024
304950715_732178001912076_5481619940903343860_n
TILMELDINGARFREIST GRANDPRIX 4 / FM2024
20240302_090406
ÚRSLIT NORDIC OPEN 2024
1 2 3 20