LANDSLIÐIÐ Í INNIRÓÐRI ÚTTIKIÐ

Høvuðsstuðul

Róðrarsambandið hevur saman við landsliðsvenjaranum, Saritu Kristinu Hansen, tikið út rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í DM, EM og HM.

Yngru rógvararnir fara at luttaka í DM, sum verður í Gladsaxe 21. januar 2023.

Tey vaksnu fara at luttaka í EM, sum verður í París 28. – 29. januar 2023, og í HM, sum verður í Toronto í døgunum 25.-26. februar 2023.

Róðrarsambandið ynskir øllum okkara rógvarum bestu eydnu til kappingarnar og fer samstundis at takka øllum rógvarunum, sum luttóku í kappingunum í heyst.

Vit vóna at síggja øll aftur til FM, sum verður 11. mars 2023 í Høllini við Streymin.


Úttikin at umboða Føroyar til DM eru:

Armgarð Sigurðsdóttir – Havnar Róðrarfelag

Rakul Hansen – Havnar Róðrarfelag

Sólrun Sigtórsdóttir Lützen – Havnar Róðrarfelag

Ranja Maria Tórfinnsdóttir – KÍF Kappróður

Vár Dánjalsdóttir í Húsinum – KÍF Kappróður

Jónas Reinert – Hósvíkar Róðrarfelag

André Johannesen – Kappróðrarfelagið Tindur

Jónas G Hansson – Kappróðrarfelagið Tindur

Vár Fróðadóttir – Kappróðrarfelagið Tindur

Milan Guðjonsson – Klaksvíkar Róðrarfelag

John Magnusarson – SÍF Kappróður


Úttikin at umboða Føroyar til HM og/ella EM eru:

Mattias Durhuus – Hósvíkar Róðrarfelag

Sára Maria Johansen – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Vár Guriardóttir Hansen – Argja Róðrarfelag

Hans Petur Brekkstein – Havnar Róðrarfelag

Sarita Kristina Hansen – KÍF Kappróður

Zoe Dickson – KÍF Kappróður

Inga Weihe Sivertsen  – NSÍ Kappróður

FLEIRI TÍÐINDI

Úrslit BRIC Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
Føroyingar til BRIC 2025
Føroyingar til BRIC
Burn Róður 3
Burn Róður 3 á Kambsdali
Silvur í singapore
Silvur í Singapore
20241005_133316
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 3 - 2025/2026
20231209_114323-scaled
Stroyming BURN Róður 3
1 2 3 30