LANDSLIÐIÐ Á VEG TIL EM/HM

Høvuðsstuðul

Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri.

Á liðnum eru 5 kvinnum, sum skulu luttaka í U23 og opnum bólki í 500 og 2000 metrum, umframt í liðkapping fyri kvinnur og blanda lið.

Sarita Kristina Hansen luttekur í LW23-39. Sarita hevur luttikið í altjóða kappingum í inniróðri í fleiri ár, Sarita er m.a. fleirfaldur evropa- og heimsmeistari. Umframt at vera rógvari, hevur Sarita seinastu 2 árini eisini verið landsliðsvenjari hjá føroysku landsliðunum í inniróðri, bæði fyri juniorar og vaksin. Sarita er dagliga knýtt at KíF-kappróður, har hon er venjari og róðurskvinna.

Kristina Roest luttekur í W23-39. Hetta er fyrstu ferð Kristina umboðar Føroyar uttanlands. Hon hevur tó luttikið í heimligu inniróður kappingunum á nøkur ár og hevur luttikið í føroyskum kappróðri í fleiri ár. Kristina er knýtt at FSR.

Sára Maria Johansen luttekur eisini í W23-39. Dagliga býr Sára Maria í Danmark, har hon er í lestarørindum. Sára Maria er knýtt at róðrarfelagnum KVIK og er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum. 

Vár Guriardóttir Hansen luttekur í W21-22. Vár hevur luttikið í altjóða inniróður kappingum í fleiri ár og hevur eisini verið sjónlig í heimligu kappingunum. Vár var í 2023 á danska landsliðnum í skullara.

Zoe E. Dickson skal luttaka í LW21-22. Zoe býr í Danmark, har hon er í lestrarørindum og er knýtt til róðrarfelagið DSR. Zoe luttók við góðum úrsliti í dupultskullara á danska ungdómslandsliðnum í 2023. Í løtuni er hon knýtt at einum OL-projekti í dupultskullara.

Sí umtaluna World Rowing hevur á heimasíðu sínari her 

Føroysku rógvararnir kappast hesar tíðir (føroyskar tíðir)

Fríggjadagin verður róð 500 metrar og liðkapping.

Heatnr.Kl. BólkurNavn
11714.16M19-20Símun Tórur Joen-Jacobsen (luttekur virtuelt)
11814.23LW21-22Zoe E. Dickson
11914.30W21-22Vár Guriardóttur Hansen
12014.39LW23-39Sarita K. Hansen
12114.46W23-39Sára Maria Johansen
12114.46W23-39Kristina Roest
13017.28W TeamFaroese Vikings (Zoe, Sarita, Vár, Kristina)


Leygardagin kappast allar 2000 metrar og liðkapping.

Heatnr.Kl. BólkurNavn
22013.06W21-22Vár Guriardóttur Hansen
22013.06LW21-22Zoe E. Dickson
22514.48LW23-39Sarita K. Hansen
22815.28W23-39Sára Maria Johansen
22815.28W23-39Kristina Roest
22915.51Mix TeamMass Movers (Vár, Sára Maria + 2)
22915.51Mix TeamNorth Atlantic Racing Organisation (Sarita + 3)

Úrslit og myndir frá kappingini kunnu síggjast á www.innirodur.rsf.fo, á Instagram vanganum Faroeserowing og á Facebook vanganum hjá Róðrarsamband Føroya.

FLEIRI TÍÐINDI

IMG_0785
Føroyskt heimsmet í inniróðri
20221112_145832
GRANDPRIX 2023-24 SAMLAÐ ÚRSLIT
20240309_082621
ÚRSLIT GRANDPRIX 4 – 2023-2024
20210306_153615
STARTRØÐ - FM/GRANDPRIX 4 - 2023-2024
304950715_732178001912076_5481619940903343860_n
TILMELDINGARFREIST GRANDPRIX 4 / FM2024
20240302_090406
ÚRSLIT NORDIC OPEN 2024
1 2 3 20