NORÐURLANDA MEISTARASKAP Í INNIRÓGVING

Høvuðsstuðul

Leygardagin 2. mars verður norðurlandameistarakapping í innirógving. 

Kappingin, sum kallast Nordic Indoor Championship, verður skipað uppá skift av limalondunum í Nordic Rowing, og í ár er tað danska róðrarsambandið, sum stendur fyri kappingini. Hini limalondini í Nordic Rowing eru Finland, Svøríki, Noregi og Ísland.

Síðan Covid hevur kappingin verði skipað netborið/virtuelt og tað verður hon eisini hesuferð. Tað ber við sær, at luttakararnir sjálvir standi fyri tilmeldingini og kunnu kappast har tey ynskja. Føroysku luttakararnir hava tó sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv. 

Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv, har vit stroyma beinleiðis á YouTube vanganum hjá Róðrarsamband Føroya, dagføra úrslitatænastuna og socialu vangar okkar. Áskoðarar eru vælkomnir at heppa uppá rógvarnar. 

390 setur eru tilmeldað til Nordic Indoor Championship 2024 – harav eru 57 føroysk. 

STARTRØD SÆST HER

FLEIRI TÍÐINDI

20251004_151616
Stroyming BURN Róður 2
20251004_151621
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
innirodur
Burn Róður heldur fram í Trongisvági
20251004_124619
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 - 2025/2026
20251004_124624
Stroyming BURN Róður 1
1 2 3 28