ÚTTØKA TIL UNGDÓMDSLANDSLIÐI HJÁ RSF

Høvuðsstuðul

Á hvørjum ári fer ungdómslandsliðið hjá RSF til Danmarkar, at luttaka í DM í inniróðri.

Aftur í ár verður DM í Gladsaxe – hesaferð tann 11. januar 2025. Hetta er ein dagur við nógvum góðum og strævnum løtum, har okkara íðkarar koma at luttaka í sprint og teinarógving, t.e. tey yngru 2-4min og tey eldru 2000m.

Í ár hevur ungdómslandliðsvenjarin, Sarita Kristina Hansen, givið 12 íðkarum landsliðsboð og hesi eru:

U12 dreingir – Jógvan S. við Misá, Róðrarfelagið Tindur.

U13 gentur – Natasja Hansy úr Hørg, Sumbiar Ítróttarfelag.

U13 dreingir- Martin Eirikson Mikkelsen, Róðrarfelagið Tindur.

U14 gentur – Victoria Høghamar, Eiðis Róðrarfelag.

U14 gentur – Sirið Mørkøre, Eiðis Róðrarfelag.

U14 dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag.

U16 gentur – Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur. 

U16 gentur – Kristvør Clementsen, Róðrarfelagið Knørrur.

U16 gentur – Vár í Húsinum, KÍF Kappróður.

U16 dreingir – Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur.

U17 dreingir – Teitur Borg Brattaberg, Vágs Kappróðrarfelag.

U18 dreingir – Pauli Joensen, Róðrarfelagið Tindur.

Nú fara íðkarnir – í samráð við ungdómslandsliðsvenjaranum – at venja fram ímóti kappingini.

Við í ferðalagnum verða Vár G. Hansen, umboð fyri RSF og Annika Jacobsen, liðleiðari.

RSF ynskir øllum góða eydnu og vit gleða okkum sera nógv, at fylgja við á kappingardegnum.

FLEIRI TÍÐINDI

DM2025
Heiðursmerkjaregn til føroysku rógvarnar.
20250110_1842206218217198111645651
DM í inniróðri í Gladsaxe Sportshaller 11. januar
1
ÚTTØKA TIL UNGDÓMDSLANDSLIÐI HJÁ RSF
worldrowing2
KVALIFIKATIÓN TIL TALGILT HM Í 2025
20241207_1456333226716338259052300
ÚRSLIT GRANDPRIX 3 – 2025
20241102_1243025620960074156445889
STARTRØÐ GRANDPRIX 3 - 2025
1 2 3 23