KVALIFIKATIÓN TIL TALGILT HM Í 2025

Høvuðsstuðul

Tú hevur nú møguleikan at kvalifisera teg til HM í inniróðri, sum verður virtuelt 15.-16. februar og 22.-23. februar í 2025!

Róðrarsambandið fer at skipa fyri hølum hesi vikuskiftini. Vit vóna at síggja fleiri av tykkum! Nærri kunning um hvar vit samlast kemur seinri.

15. og 16. februar er 500 m. og Endurance Relay á skránni.

22. og 23. februar er 2000 m. og Sprint Relay á skránni.

Av tí at HM kappingin á ár er talgild hevur World Rowing broytt bygnaðin, kappingin er nú deild í 4 rundur.

Fyrsta rundan er at kvalifisera seg, áðrenn 20. januar 2025.

Næsta rundan er dagur 1 í kappingini; Continental Knockout Heats.

Triðja og fjórða runda eru dag 2 í kappingini; Elimination Semi-Finals og Grand Finals.

 

 

Les meira um kappingarnar á World Rowing:
WR-Indoor-Championships-Competitors-Info_v3-edit.pdf


Tað eru ymiskir háttir at kvalifisera seg til HM, ið verður virtuelt í februar.
Tað er týdningarmikið, at PM er á nýggjastu dagføringini, og at dato og tíð eru røtt á maskinuni, tá tú skalt kvalifisera teg. Umframt hetta skalt tú nýta passið.


Møguleiki 1
:
Skráset tína tíð á Concept2 Logbook, og bind appina til innritisportalin.


Møguleiki 2:
Skráset 16-tals verifikatiónskotuna av tíðini á innritisportalinum

Fyri at síggja verifikatiónstølini, trýstur tú á Main Menu > More Options > Memory, trýst á tíðina, tú ynskir at skráseta, og trýst síðani á næstniðasta knapp til høgru. 16-tals verifikatiónskotan er nú ovast til høgru.(Viewing the Verification Code)

Innritisportal (2025 World Rowing Indoor Championships | Time-Team)

Concept2 Logbook Concept2 Logbook | Registration

Lættvektsrógvarar skulu filma innvigingina 1-2 tímar, áðrenn tey skráseta sína tíð á innritisportalin.

Filmurin skal verða 10-15 sekund, sum vísur at:


Møguleiki 3:

Skráseta tíðina frá “National Indoor Rowing Championship”, um kappingin er undir kvalifikatiónstíðini (15. november til 20. januar 2025).

FLEIRI TÍÐINDI

8
NM í inniróðri við nógvum føroyskum heiðursmerkjum
20250322_121814
Úrslit NM 2025
Image_20250321_195740_024
Stroyming NM 2025
Image_20250320_082737_586
Føroyskt heimsmet í Inniróđri
OPN
Kunning í samband við NM kappingina
IMG_4274
Væleydnað FM í inniróðri farið um bak
1 2 3 26