Í samband við almenna tiltakið tá stórhøllin við Tjarnir lat upp, skipaði Róðrarsambandið fyri HM í inniróðri í stásiligu høllini. Hetta var samstundis fyrsta altjóða kapping, sum skipa varð fyri í stórhøllini við Tjarnir.
Kappast var í 500m sprint og enn einaferð fingu okkara íðkarar fleiri góð úrslit, sum eisini góvu tvey silvurheiðursmerkir. At okkara føroysku rógvarar teljast millum heimselituna í inniróðri, hava tey enn einaferð prógvað hetta vikuskiftið, og tað eru vit ómetaliga stolt av.
Ellivu føroyskir rógvarar høvdu kvalifiserað til 500m sprint kappingina og valdu allir íðkararnir at rógva teinin við Tjarnir.
Komandi vikuskiftið, tann 22. og 23. februar, fara teir føroysku rógvarnir aftur í eldin, tá kappast verður um heimsmeitaraheitini á 2000m teininum. Karmar fyri hesa kappingina verður Skúlin við Gøtugjógv og eru øll hjartaliga vælkomin at heppa á okkara dugnaligu rógvarar.
Úrslitini frá 500m sprint:
U17 Dreingir
Pauli Joensen nr. 4 tíð: 1.23,8
Nóa Rúnason nr. 5 tíð: 1.25,7
Jógvan Fríði Christiansen nr. 45 tíð: 1.59,4
Kristian Svenning Johannesen nr. 47 tíð: 02.07.0
U17 Gentur
Vár í Húsunum nr. 8 tíð: 1.41,9
Nanna Schiller, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
Poula Christiansen, vegna tekniskar trupulleikar var tíðin ikki góðtikin.
Menn 19-20 ár
Mattias Durhuus nr. 2 tíð: 1.17,4
Kvinnur 23-39 ár
Vár G. Hansen nr. 7 tíð: 1.32,1
Kvinnur 23-39 ár Lættvekt
Sarita K. Hansen nr. 2 tíð: 1.38,1
Kvinnur 40-44 ár
Jóhanna av Steinum nr. 7 tíð: 1.36,8