Tín Møguleiki at Umboða Føroyar

„WRVICH 2026 verður netborið – og føroyskir rógvarar hava nú møguleikan at vinna sær pláss á landsliðnum og umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í inniróðri.“

Heimsmeistarakappingin í inniróðri, WRVICH 2026, verður í ár hildin sum netborin kapping. Kappast verður á Concept2-rógvimaskinum í teinunum 1 minutt, 1000 metrar og 5000 metrar, og kappingin er opin fyri rógvarar í aldursbólkunum U17 og eldri. Umframt einstaklingskappingarnar verða eisini relay-kappingar á 1000 og 5000 metrum.

Innleiðandi kappingarnar verða 21.–22. februar, meðan finalurnar vera 28. februar. Øll kappingin verur hildin í Fuglafirði, bæði innleiðandi umfør og til finalurnar.

Í hesum sambandi vil Róðrarsamband Føroya senda eina áheitan út til øll, ið hava áhuga fyri inniróðri, og samstundis kunna um møguleikan at kvalifisera seg til at umboða Føroyar og RSF til WRIC 2026.

Íðkarar, ið verða úttiknir at umboða RSF, fáa sparring og fakliga vegleiðing frá landsliðsvenjaranum fram ímóti WRVICH 2026, og víðari fyrireiking til Norðurlendsku meistarastevnuna (NM), sum verður 7. mars. Umframt hetta fáa úttiknir rógvarar landsliðsdrakt frá RSF, og Róðrarsamband Føroya rindar luttøkugjaldið til kappingina.

Ert tú í góðum formi og klár/klárur at royna teg á einum ella fleiri av kappingarteinunum, ert tú vælkomin at royna teg. Rógv tann teinin – ella teir teinarnar – tú ynskir at kappast í, og tak eina skermmynd av úrslitinum. Skermmyndin skal sendast á Messenger til landsliðsvenjaran, Tobias Skaalum Kempf. Íðkarar, ið rógva tíðir, sum verða mettar sum lovandi, verða síðani boðin til eina felagsvenjing, har endaliga úttøkan fer fram.

Seinasta freist at senda skermsmyndir til landliðsvenjaran er 31. januar. 

Tað er eisini møguligt at melda seg sjálvan til WRVICH 2026 og luttaka í kappingini í Fuglafirði. Í slíkum førum stillar íðkarin upp fyri sítt felag.

Róðrarsamband Føroya fer at stroyma frá allari kappingini.

Fakta - WRVICH 2026

Skermsmynd seinast: 31. Januar, Innleiðandi: 21.–22. februar, Finalur: 28. februar, Stað: Fuglafjørður, Teinar: 1 min, 1000 m, 5000 m + relay

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM - 2025/2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
20250308_095016
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 4/FM - 2026
IMG_4274
FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin
NM 2026
NM 2026 - Heiðursmerkjaregn
1 2 3 35