Dagur 2 á HM í inniróðri 2026 – 5000 metrar og relay á skránni
Nú byrjar annar dagur av HM 2026 í inniróðri, har innleiðandi umførini halda fram. Í dag eru 5000 metrar og 1000 metra relay á skránni.
Fimm landsliðsrógvarar stilla til start í ítróttarhøllini á Kambsdali á 5000 metra teininum. Seinnapartin rógva Vár G. Hansen og Loic Schalbetter relay.
Dagurin í gjár var væl eydnaður, og fleiri av okkara landsliðsrógvarum róðu seg í finalurnar, sum verða leygardagin 28. februar.
Samandráttur av øllum vikuskiftinum verður gjørdur, tá øll úrslitini eru endalig.
Teinur – 5000 metrar
- Kl. 11.15 – Tóri Zachariasen
- Kl. 11.15 – Símun Heinisen
- Kl. 12.55 – Kristvør K. Clementsen
- Kl. 13.20 – Jóhanna av Steinum
- Kl. 13.45 – Sarita K. Hansen
Teinur – 1000 metra relay
- Kl. 15.05 – Vár G. Hansen og Loic Schalbetter
Stuðlar hjá landsliðinum eru: