Altjóða netborin kapping – eisini fyri juniorar
Í mars og apríl 2026 verður altjóða netborna kappingin Erg Endurance Series 2026 hildin á appini ErgZone. Kappingin er ætlað rógvarum, sum vilja royna seg í longri og meira úthaldniskrevjandi venjingum – og kappast ímóti íðkarum úr øllum heiminum.
3 vikur – 3 avbjóðandi venjingar
Kappingin er frá 14. mars til 4. apríl 2026 og fevnir um tríggjar vikur við einum nýggjum programmi hvørja viku.
Venjingarnar varða vanliga 20–60 minuttir og eru serliga ætlaðar at menna úthaldni í longri teinum.
Kappingin fer fram á netinum, og luttakarar kunnu rógva har tey eru. Tað er sostatt ikki neyðugt at savnast á sama stað, og tú kanst royna programmi so ofta tær lystir, áðrenn freistin er farin.
Eisini ber til at mannað lið við 2 kvinnum og 2 monnum, sum kappast saman, hóast tey eru í ymiskum støðum ella londum.
Reglur og útgerð
- Concept2 rógvimaskina við PM5-skermi
- Appin ErgZone
- Hvørt vikuskifti verður nýtt program lagt út leygardag kl. 11:00, og úrslit skulu latast inn í seinasta lagi fríggjadag kl. 17:00
- Slides eru ikki loyvd
- Luttakarar kunnu gera fleiri royndir av hvørjum programmi
Aldursbólkar
- Open (øll kunnu luttaka)
- Juniorar (undir 19 ár – ongar vektflokkar)
- Masters (40–55 ár)
- Veterans (56+)
Vektflokkar
- Opin bólkur menn og kvinnur
- Lætt vekt menn: upp til 80 kg
- Lætt vekt kvinnur: upp til 65 kg
Endamálið við Erg Endurance Series er at eggja íðkarum at menna sítt úthaldni á ergometurinum og samstundis kappast í einum altjóða felagsskapi.
Les meira her
Instagram: @ergenduranceseries