HM finaludagur í inniróðri – føroyskir rógvarar í níggju finalum
Í morgin verða finalurnar í HM í inniróðri 2026 rógvar. Hesaferð verður tað Fuglafjarðar skúli, sum verður karmur um kappingina, har føroysku landsliðsrógvararnir fara at kappast um heiðursmerkini.
Føroyar eru umboðaðar í níggju finalum, og harumframt luttekur Vár G. Hansen í mixed relay-finaluni saman við sveisaranum, Loic Schalbetter. Føroyar hava sostatt luttøku í øllum teinunum á finaludegnum.
Vónirnar til dagin eru góðar. Rógvararnir eru væl fyri og til reiðar at geva sítt besta. Fyrsti føroyski rógvarin stillar til start kl. 14.18, og tann seinasti fer á maskinuna kl. 21.15. Tað liggur sostatt ein langur og spennandi dagur fyri framman.
Startrøðin – føroyskir finalistar
1 minutt
- Kl. 14.18 – Sarita K. Hansen (LW 23–39)
- Kl. 14.47 – Vár í Húsunum (U17)
- Kl. 14.53 – Vár G. Hansen (23–39)
- Kl. 14.53 – Jóhanna av Steinum (45–49)
5000 metrar
- Kl. 16.16 – Sarita K. Hansen (LW 23–39)
- Kl. 17.38 – Símun Heinesen (23–39)
Mixed relay
- Kl. 19.22 – Vár G. Hansen og Loic Schalbetter
1000 metrar
- Kl. 20.47 – Kristvør K. Clementsen
- Kl. 20.59 – Vár G. Hansen
- Kl. 21.15 – Pauli Joensen
Øll eru hjartaliga vælkomin í fimleikahøllina í Fuglafjarðar skúla at heppa upp á føroyska landsliðið. Vit stroyma sjálvandi, umframt at vit leypandi dagførta á sosialu miðlunum hjá Róðrarsambandi Føroya.
Stuðlar hjá landsliðinum eru: