Kvalifikatión til HM í inniróðri 2021

Høvuðsstuðul

Orsakað av støðuni við Covid-19 verður HM í inniróðri 2021 skipað sum online kapping. 

HM kappingin í inniróðri verður í døgunum 23. – 27. februar 2021 kl. 12.00 -16.15 (CET) (GMT +1))

Kappingin er fyri rógvarir í aldrinum U23 og eldri. 

Kvalifikatiónin gongur fyri seg uppá tveir mátar. Sum luttakari í einari felags meginlandakapping, ella sum opin online einstaklingakapping. 

Meginlandakappingarnar vóru í døgunum 5.-6. desember 2020, har Føroyar (undir danska FISA limaskapinum) fingu 4 luttakarir, sum kvalifiseraðu seg til HM.

Freistin at kvalifisera seg til HM kappingina via online einstaklingakappingina er 7. februar 2021 kl. 24.00 CET. 

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá World Rowing: 

2021 World Rowing Indoor Championships | Time-Team (regatta-systems.com)

Luttøkugjaldið er 15 EUR fyri hvønn róður. 

Fyri at kvalifisera seg til HM skulu rógvarar rógva ein av kappingarteinunum í bólkunum, róð verður í. Tilber at rógva fleiri ferðir innan freistina fyri at betra um tíðina. 

Rógvarar/luttakarar skulu senda eina videoupptøku av kvalifikatiónsróðrinum. Video skulu lúka niðanfyristandandi krøv fyri at vera galdandi:

  1. Video skulu vera upptikin í einum og skulu ikki á nakran hátt vera redigeraði
  2. Video skulu innihalda:
    1. kunning um luttakarar og sjónliga visa andlitið (uttan tarn, so sum brillur ella høvuðklæði, ið fjala part/ar av andlitinum o.s.fr..)
    2. nærmynd av skermi áðrenn byrjan (skal klárt lýsa rógviteinin og tíð)
    3. ein klára mynd av luttakara og Concept2 maskinuni í tíðini, har róð verður og kvalifikatiónin fer fram.
    4. eina nærmynd av skíggja eftir lokna rógving (sum týðiliga vísir luttøku og tíð). Skíggjamyndin skal vísa tær røttu venjingareindirnar. Hetta er /500m splits fyri 500m, 2000m, umframt 1 tíma og watt í Team Test.
    5. Prógv fyri dag og tíð (hetta kann vísast á telefon og/ella telduskíggjanum)
  3. Luttakarar kunnu brúka eitthvørt tól ella telefon til upptøku treytað av, at myndagóðskan er góð nokk til at vísa omanfyri nevndu lýsingar.
    1. Luttakarar kunnu eisini avmynda/vísa teirra luttøkuprógv/verifikatión á eini serligari kappingar APP, so sum WODProof, ið gevur luttakarunum møguleikan at upptaka teirra verifikatiónsvideo við teirra eyðkennismerki. Trýst HER  fyri meir kunning 

Tá ið videoupptøkan verður send inn, skal verifikatiónskota av úrslitinum eisini upplýsast. Trýst HER fyri at síggja, hvussu tú sært verifikatiónskotu á rógvimaskinuni.

Róðrarsambandið eggjar øllum áhugaðum rógvarum at royna at kvalifisera seg til HM í inniróðri.

Meira kunning:

Meira kunning um, hvussu sjálv kappingin verður avgreidd, kemur seinni.

Meira kunning um HM sæst HER

FLEIRI TÍÐINDI

IMG_0785
Føroyskt heimsmet í inniróðri
20221112_145832
GRANDPRIX 2023-24 SAMLAÐ ÚRSLIT
20240309_082621
ÚRSLIT GRANDPRIX 4 – 2023-2024
20210306_153615
STARTRØÐ - FM/GRANDPRIX 4 - 2023-2024
304950715_732178001912076_5481619940903343860_n
TILMELDINGARFREIST GRANDPRIX 4 / FM2024
20240302_090406
ÚRSLIT NORDIC OPEN 2024
1 2 3 20