Í vikuni hevur verið skipað fyri HM í inniróðri.
Orsakað av støðuni við Covid-19 varð kappingin skipað sum online kapping. Róðrarsambandið skipaði soleiðis fyri, at rógvararnir kunnu kappast í hølunum, har Faore Fitness helt til.
6 føroyskir rógvarar høvdu kvalifiserað seg til luttóku í kappingini.
Okkara rógvarar smæddust ikki burtur og vístu enn einaferð, at føroyingar klára seg væl í inniróðri. Rógvararnir megnaðu at hála 4 heiðursmerkir til Føroyar – 2 gull, 1 silvur og 1 bronsu.
Sarita Kristina Hansen luttók í trimum ymiskum bólkum og gjørdis tvífaldur heimsmeistari. Hetta er triðja árið á rað, at hon vinnur HM gull á 2000 m í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30-39 ár. Hesa ferð við tíðini 7:23.0. Sarita vann eisini gull á 500 m í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30-39 ár við tíðini 1:39.4, og hon bleiv nr. 6 á 500 m í opna lættvektsbólkinum við tíðini 1:39.3. Sarita setti persónligt met á bæði 2000 og 500 m.
Bergur Robert Dam Jensen luttók í tveimum ymiskum bólkum, har hann róði 500 m. Í bólkinum lættvekt menn 30-39 ár gjørdis Bergur nr. 4 við tíðini 1:26.3. Í opna lættvektsbólkinum fekk Bergur eitt 11. pláss við tíðini 1:26.6.
Vár Hansen luttólk í tveimum ymiskum bólkum. Hon róði 2000 m í bólkinum U23 við tíðini 7.26.5. Hetta rakk til eitt 9. pláss. Vár róði eisini 500 m í bólkinum U23. Í harðari kapping gjørdis hon nr. 2 og setti samstundis persónligt met við tíðini 1:32.9.
Elsa Magnussen róði 500 m í bólkinum 30-39 ár. Elsa bleiv nr. 5 við tíðini 1.37.4.
Símun Tórur Joen-Jacobsen róði 500 m í bólkinum U19. Símun Tórur legði hart út og lá leingi frammi í oddunum. Í harðari kapping bleiv hann nr. 5 við tíðini 1:21.2.
Kristjan Linklett Mortansson róði 500 m í bólkinum U23. Kristjan lá á einum 8. plássi, men otaði seg spakuliga fram á kappingarneytarnar. Við einum góðum endaspurti megnaði Kristjan at rógva seg til eitt 3. pláss við tíðini 1:19.2.
Samlaðu úrslitini frá kappingini síggjast HER