NORDIC OPEN KAPPING Í INNIRÓÐRI

Høvuðsstuðul

Leygardagin 19. mars 2022 verður seinasta inniróður kappingin í hesum umfari.

 

374 luttakarar úr 16 londum fara at kappast um Norðurlendska Meistaraheitið í inniróðri. Av hesum eru 20 úr Føroyum, sum rógva í 40 ymiskum heatum.

 

Kappingin er skipa av nordicrowing.com, ið er ein róðrarsamgonga av norðurlendsku londunum – Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi og Føroyum.

 

Róðrarsambandið skipar fyri felags kapping í Miðnámsskúlanum í Suðri, har nakrir rógvarar luttaka. Aðrir rógvarar kappast heima, ella í róðrarfelagshølum.

 

Vit stroyma kappingina á okkara Facebook vanga, og úrslitini vera dagførd so hvørt á innirodur.rsf.fo.
Eisini veðrur gjørligt at fylgja við á Facebook vanganum hjá “Dansk Forening for Rosport”

 

Lættvektarar skulu vigast millum 2,5 og 1 tíma áðrenn egna starttíð. Sí meir kunning um hetta og annað í reglugerðini HER

 

Áskoðarar eru sjálvandi vælkomnir í Miðnámsskúlan í Suðri at stuðla rógvarunum.

FLEIRI TÍÐINDI

pro-uMEz4LWG
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
SvQawNx2P9U
STARTRØÐ - GRANDPRIX 1 - 2025
20221008_123100
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2025 OPIN
STROYMING GRANDPRIX 2 – 2023-24
KUNNING UM VEKTFLOKKAR OG ALDURSBÓLKAR
20240309_082621
Tilmelding inniróður 2025
1 2 3 21