Vár til Singapore

Høvuðsstuðul

Vár G. Hansen hevur megna eitt ordans bragd. Hon hevur kvalifisera seg til VERSA Challenge 2025 kappingina hjá World Rowing.

Í tí sambandi hava vit set Vár stevnu og spurt inn til hesa kapping, og vónirnar til kappingina.


VERSA Challenge – ein nýggjur háttur at kappast í inniróðri

VERSA Challenge er ein inniróðurs kapping skipa av World Rowing. Í ár verður hon í Singapore í døgunum 29 – 30 Nov, hetta er triðu ferð at kappingin verður fyriskipa. VERSA Challenge kappingin líkist ikki ørðum inniróðurs kappingum, har ta vanliga verður kappast í 2000m og 500m. Versa Challenge kappingin legur dent á at finna tann mest fullfíggjaða innirógvaran.

World Rowing hevur boðið 16 íkarum, 8 kvinnum og 8 monnum til Singapore. Luttakarnir eru nr. 1. og 2. Frá VERSA Challenge kappingini í 2024, tvey frá landsliðinum hjá Singapore og teir síðstu luttakarnir eru íðkarar sum yvur summari og heysti hava luttikið í einari kvalificatións kapping og endaðu í top 4. Vár G. Hansen endaði á einum fyrsta plássi í kvalifikatiónini og skal tí til Singapore síðst í november.

Henda kappingin, sum var partur av HM 2023 í Kanada í og 2024 í Prag, hevur gjørt nógv burtur úr fyri at vísa, hvussu fjølbroyttur og spennandi inniróður kann vera.

Vár G. Hansen sum ikki er ókend við teir klassisku teinarnar, 2000m og 500m, sigur um VERSA Challenge kappingina, at kappingin í Singapore er nakað heilt annað enn tað hon er von við:

VERSA Challenge ger rógvingina til nógv meira enn bara frá start til mál. Har eru nógv krøv og reglur, t.d. tempo, pace og metrar, sum skulu nýtast fyri at gjøgnumføra eitt givið program. Tað snýr seg um at finna tann mest fjølbroyta rógvaran.”


Ein serlig kvalifikatión

World Rowing Virtual Series var kvalifikatiónin til VERSA Challenge 2025. Kvalifikatónin varð hildin frá 1. juni til 15. oktober. Hvønn mánaða skuldi rógvast eitt nýtt program, og tað síðsta, 8×1/1 min, var sjálvt avgerandi prógvið.

Eg hevði sera torført við júst hesum programminum og mátti royna fleiri ferðir, áðrenn tað eydnaðist. Men úrslitið gjørdist eitt 1. pláss – við bara tveimum metrum niður til nummar tvey.”


Mentalt og kropsligt avbjóðandi

Kappingin í Singapore verður nakað heilt serligt. Har verða bert 16 rógvarar við, og ongin veit framanundan hvat tey skulu rógva, hetta verur kunngjørt nakrar fáðar tímar áðrenn róðurin byrjar. Tað krevur bæði mentalt og fysiskt yvirskot.

Tað fer at krevja nógv mentalt og fysiskt. Eg má vera klár til alt, tí eg veit ikki, hvat kappingin krevur, fyrr enn sjálvan dagin.”

Venjarin, Loic Schalbetter úr Sveis, er við í ferðalagnum hjá Vár, og vónirnar eru góðar.

Eg eri í besta formi, eg nakrantíð havi verið. Málið er sjálvandi at koma heim við onkrum – og royna meg millum tey bestu.”


Ein nýggj tíð fyri inniróður

VERSA Challenge og aðrar líknandi kappingar vísa, at inniróður er á veg inn í eina nýggja tíð. Tær gera ítróttin fjølbroyttari – eisini fyri áskoðarar.

Slíkar kappingar vísa, at inniróður kann gerast meira fjølbroyttur og at tað er pláss fyri ymiskum styrkjum. Tað kann lyfta ítróttin á eitt hægri støði.”

At føroyskir rógvarar sleppa at royna seg á altjóða pallinum hevur eisini stóran týdning. Tað gevur bæði royndir, íblástur og eina betri fatan av, hvat krevst fyri at røkka hægstu tindum.

Hetta er ein góð leið at menna føroyskan róður og seta Føroyar á ítróttarkortið.”

Róðrarsamband Føroya vil ynskja Vár alt tað besta og góða eydnu í Singapore!

FLEIRI TÍÐINDI

Úrslit BRIC Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
Føroyingar til BRIC 2025
Føroyingar til BRIC
Burn Róður 3
Burn Róður 3 á Kambsdali
Silvur í singapore
Silvur í Singapore
20241005_133316
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 3 - 2025/2026
20231209_114323-scaled
Stroyming BURN Róður 3
1 2 3 30