Triðja umfar av Burn Róðri varð hildið leygardagin 29. november í ítróttarhøllini á Kambsdali. Kappingin savnaði 108 íkarar, og er hetta fyrstu ferð – FM undantikið – at inniróðurin í Føroyum kemur upp um 100 luttakarar til eina einstaka kapping. Róðrarsamband Føroya staðfestir, at vaksandi virksemið kring feløgini, alt árið, sæst aftur í støðugari framgongd í bæði luttøku og ítróttarligum úrslitum.
Leygardagurin 29. Nov, var ein vakur vetrardagur við kulda og kava. Heitt var tó í ítróttarhøllini og sóðu vit nógvar spennandi og tættar róðrar. Í Gentir U15 varð talan um ein av teim tættastu róðrunum á degnum, har Sirið Mørkøre og Victoria Høghamar, báðar úr ERF, Vóru javnar so at siga allatíð. Úrslitið var bara 2metrar ímillum tær, Sirið Mørkøre endaði nr 1 við 1044 metrum.
Í Dreingir U16 var eisini hørð kapping. Hans Vitus Svabo Samuelsen úr SÍF helt leiðsluni frá byrjan, men Áron Jónsson úr VK megnaði at minka støðugt móti endanum, við einum góðum endaspurti. Hans Vitus kom tó fyrst um málið eftir at hava varðveitt eina lítla leiðslu seinastu metrarnar.
Tættastu tíðirnar vóru í opna bólkinum hjá monnum tungvekt, har stríðið um triðja pláss var millum Dávid Dahl-Olsen úr HSR og Edvard Faa Nårstad úr FSR. Dávid legði skjótt frá landi og var skjótari á fyrstu 1000 metrunum, meðan Edvard hevði betri ferð á í seinnu hálvuni. Endaligi munurin gjørdist bert trý millisekund, og tók Dávid triðja pláss við tíðini 06.34.00 móti 06.34.03 hjá Edvardi.
Høllin á Kambsdali var væl fylt allan dagin, og góða uppmøtingin frá áskoðarum var við til at skapa eitt væl skipað og virkið kappingarumhvørvi fyri íkararnar.
Róðrarsamband Føroya takkar Róðrarfelagnum Tindi fyri samstarvið og væl útinta fyriskipan av triðja umfari av Burn Róðri.
Vit síggjast aftur 21, Mars til fjóðra Burn Róður og FM, í høllini við Streymin.