Myndin er frá HM í 2024.
Franskur meistari – Blandað Vikiskifti í Fraklandi
Vár G. Hansen hevði eitt innihaldsríkt og krevjandi vikuskifti í Fraklandi, har hon luttók í fronsku meistaraheitunum í inniróðri. Kappast varð í 500 metrum fríggjakvøldið og í 2000 metrum leygarmorgunin.
Vikan uppundir kappingina var ikki løtt. Eftir luttøku í donsku meistaraheitunum kom Vár heim við sjúku og nógvum feburi. Tí var tað alt annað enn givið, at hon fór at fáa eitt gott vikuskifti í Fraklandi. Men fríggjakvøldið vísti hon aftur sína styrki.
Í 500 metrunum var byrjanin heldur trilvandi, og tá umleið 150 metrar vóru eftir, lá Vár á einum triðja plássi. Tá setti hon endaspurtin í gongd – ein sterkur og avgjørdur spurtur, sum førdi hana heilt fram á ovasta skammil. Úrslitið varð eitt flott franskt meistaraheiti í 500 metrum.
2000 metrar var á skrá leygardagin, men her hevði sjúkan sett síni spor. Vár segði sjálv eftir kappingina, at tað var tungt, og at lunguni als ikki vildu fylgja við. Hon endaði nummar 17 av 30 luttakarum. Kappingin var óvanliga sterk; átta teir fremstu rógvararnir róðu undir sjey minuttir, sum vísir, hvussu høgt støðið var.
Nú vendir Vár sjóneykuni móti næsta málinum – heimsmeistarakappingini í inniróðri, sum verður hildin í seinru helvt av februar. Har fer hon at royna at byggja víðari á góðu úrslitini og finna orkuna aftur eftir tvey krevjandi kappingarvikuskiftir og eina sjúkralegu.
Sjálvt um vikuskiftið ikki eydnaðist heilt eftir vild, er avrikið hjá Vár ógvuliga virðiligt. At vinna meistaraheiti og samstundis berjast við eftirkenslur av sjúku er ikki ein einføld uppgáva.