Róðrarsamband Føroya skipar fyri føroyskum kappingarkarmum
Vit vilja gjarna síggja teg!
Í februar 2026 hava allir føroyskir rógvarar møguleikan at luttaka í HM í inniróðri, tá World Rowing skipar fyri World Rowing Virtual Indoor Championships.
Kappingin er talgild og verður hildin yvir tvey vikuskiftir:
- 21.–22. februar 2026 – innleiðandi umfør
- 28. februar 2026 – finalur
Róðrarsamband Føroya (RSF) skipar í hesum sambandi fyri felags føroyskum kappingarkarmum, og okkara vón er at síggja so nógv tykkara sum gjørligt – bæði sum rógvarar og áskoðarar.
Felags føroyskir karmar
- 21.–22. februar savnast vit í ítróttarhøllini á Kambsdali, har innleiðandi umførini verða róð.
- 28. februar flyta vit okkum til fimleikahøllina í Fuglafjarðar skúla, har finalurnar verða.
Við hesum skapa vit ein sterkan føroyskan pall við felagsskapi, kappingargleði og góðum stemningi.
Kappingarteinar
Í HM 2026 verður kappast í hesum teinum:
- 1 minutt
- 1000 metrar
- 5000 metrar
Umframt einstaklingskappingar verða eisini relay-kappingar (liðkappingar) í:
- 1000 metrum
- 5000 metrum
Les meira um kappingina
Allir luttakarar verða mæltir til at lesa reglur og kunning um HM á heimasíðuni hjá World Rowing:
worldrowing.com – World Rowing Virtual Indoor Championships
Tilmelding og freist
- Tilmeldingarfreist: 10. februar kl. 12.00
- Tilmelding fer fram á World Rowing Entry Portal, har tú skalt stovna brúkara og melda teg til kappingina.
Luttøkugjaldið sæst á myndini
Skráseting hjá RSF (ógvuliga týdningarmikið)
Fyri at RSF veit, hvussu nógv luttaka saman í føroysku hølunum, er neyðugt eisini at skráseta seg hjá RSF:
- Rita inn á innirodur.rsf.fo
- Á “Tín Startsíða” finnur tú teigin “HM 2026”
- Har skrásetur tú teg – Síðan luttekur tú saman við Róðrarsambandi Føroya, føroyska landsliðinum og øðrum føroyskum rógvarum
Kom við!
Kom og ger dagin spennandi, hugnaligan og minniligan – við góðum upplivingum, sterkum felagsskapi og møguleikanum at royna teg á altjóða pallinum ímóti teimum bestu.
Nærri kunning um kappingardagarnar verður send teimum, sum skráseta seg, eftir at freistin er farin.
Vit vóna eisini, at nógv fólk koma at heppa og stuðla føroysku rógvarunum.
Stuðlar hjá landsliðinum eru: