Átta heiðursmerkir, trý heimsmeistaraheiti og heimsmet
HM í inniróðri 2026 er nú av, vit vóru vitni til nógvar flottar róðrar. Yvir tvey vikuskifti hava føroyskir landsliðsrógvarar víst framúr styrki og breidd. Úrslitið talar fyri seg: trý heimsmeistaraheiti, átta heiðursmerki og eitt nýtt heimsmet.
Fyrra vikuskiftið – gull, silvur og sjey finalupláss
Til innleiðandi umførini sást longu hvat støði okkara landsliðsrógvarir hava. Unga Kristvør K. Clementsen gjørdist heimsmeistari í U17 á 5000 metrum eftir ein sannførandi róður. Harumframt vann Jóhanna av Steinum silvur á 5000 metrum í aldursbólkinum 45–49 ár.
Sjey føroyskir rógvarar tryggjaðu sær pláss í finalunum, og heili 13 persónlig met vórðu sett. Tað var eisini um reppið, at fleiri komu víðari; á 1 minutt teininum vóru marginalarnir akkurát ikki við Paula og Kristjan.
Finaludagurin – tveir nýggir heimsmeistarar og heimsmet
Til finaludagin í Fuglafirði merkti man týðiliga, at nógv stóð upp á spæl, men føroysku rógvararnir vístu, at teir megna at levera, tá tað veruliga telur.
Heimsmeistarar
- Vár í Húsunum (U17) – 325 metrar á 1 minutt
- Vár G. Hansen (23–39 ár) – 368 metrar á 1 minutt *
- Kristvør K. Clementsen (U17) – 5000 m (20.20,3 min)
* Vár G. Hansen setti samstundis nýtt heimsmet á 1 minutt teininum. Hon betraði sítt egna met við tveimum metrum – nýggja metið er nú 368 metrar.
Silvur
- Sarita Kristina Hansen (Lættvekt 23–39 ár) – 5000 m (19.35,8 min)
- Jóhanna av Steinum (45–49 ár) – 5000 m (19.24,6 min)
Bronsa
- Jóhanna av Steinum (45–49 ár) – 338 metrar á 1 minutt
- Vár Guriardóttir Hansen (23–39 ár) – 1000 m (3.15,6 min)
- Pauli Joensen (17–18 ár) – 1000 m (3.00,2 min)
Harumframt vunnu Vár G. Hansen og sveisarin Loic Schalbetter gull í mixed relay. Vár G. Hansen vann eisini overall-gull á 1 minutt teininum, og Sarita K. Hansen tryggjaði Føroyum overall-bronsu á 5000 metrum fyri lættvekt kvinnur.
Átta heiðursmerki og sterk føroyskt avrik
Tilsamans vann føroyska landsliðið átta heiðursmerki umframt overall-heitini og relay-gullið. Tað er eitt úrslit, sum staðfestir, at føroyskir rógvarar framhaldandi eru millum tey fremstu í heiminum í inniróðri.
Umstøðurnar í fimleikahøllini í Fuglafirði vóru sera góðar, og karmarnir um finalurnar vóru av teimum bestu. Myndir frá degnum síggjast á Facebook-vanganum hjá Róðrarsambandi Føroya.
Við hesum er HM 2026 av, og vit fara at minnast tað sum eitt av teimum mest eydnuríku hjá Føroyum – við heimsmeti, nýggjum heimsmeistarum og einum sterkum liðavriki, ið boðar frá góðum fyri føroyskan róður.
Stuðlar hjá landsliðinum eru: