NM 2026 – Heiðursmerkjaregn

Nordic Indoor Championships 2026

Leygardagin 7. mars 2026 var Nordic Indoor Championships róð í talgildari kapping. Róðrarsamband Føroya skipaði í hesum sambandi fyri felags karmum til føroyskar rógvarar í ítróttarhøllini við Streymin.

Í alt 38 íkarar, sum samanlagt róðu 59 setur, valdu at savnast til kappingardagin saman við øðrum rógvarum og Róðrarsambandi Føroya. Í Róðrarsambandinum fegnast vit um góðu undirtøkuna, tí slík tiltøk eru við til at styrkja felagsandan í inniróðrarumhvørvinum. Tá rógvarar savnast á hendan hátt, fáa tey høvi at stuðla hvørjum øðrum og uppliva kappingina saman – nakað, sum ikki altíð er møguligt, uppá sama máta til vanligar  kappingar.

Eisini skipaðu nøkur feløg fyri hugnaligum kappingardegi í egnum hølum. Millum annað skipaðu Vágs Kappróðrarfelag og Kappróðrarfelagið Tindur fyri felags tiltøkum í sínum kappróðrarneystum. Hetta er eisini við til at styrkja samanhaldið í teimum einstøku feløgunum.

60 heiðursmerkir til føroyskar rógvarar

Enn einaferð prógvaðu føroysku rógvararnir, at Føroyar eru ein róðrartjóð við stóra R.

Samanlagt róðu føroyskir íkarar 95 setur kring landið (staffettir ikki íroknaðar). Úrtøkan var sera góð:

60 heiðursmerkir í alt.

Hetta merkir, at føroyskir rógvarar vunnu 75% av øllum teimum møguligu heiðursmerkjum í teimum bólkum, har føroyskir íkarar luttóku.

Heiðursmerkini vóru býtt soleiðis:

  • 🥇 25 gull
  • 🥈 18 silvur
  • 🥉 17 bronsu

Takk fyri stuðulin

Róðrarsamband Føroya vil takka Sunda Kommunu fyri stuðul til tiltakið. Eisini verður takkað Eiðis Róðrarfelag og KÍF Kappróður fyri lán av rógvimaskinum.

Úrslitini hjá føroysku íkarunum síggjast niðanfyri. Úrslitini fyri staffettkappingarnar eru ikki tøk enn.

Úrslit – føroyskir rógvarar

Minuttir og 1000m, 2000m og 6000m

U11 Dreingir – 2 min

🥇 Nr. 1 Rókur Andrésson Kruse – 487 m
🥉 Nr. 3 Benjamin Poulsen – 421 m

U12 Gentir – 2 min

🥇 Nr. 1 Jóhanna Høghamar – 452 m

U12 Dreingir – 2 min

🥈 Nr. 2 Áslakur J. Vang – 465 m
🥉 Nr. 3 Ravnur Restorff – 464 m
Nr. 5 Andrias Marek Lind Johannsesen – 398 m
Nr. 6 Bóas Akurstein – 375 m
Nr. 7 Mika Lind Símunarson – 328 m

U13 Dreingir – 2 min

🥇 Nr. 1 William H. Kilgour – 538 m
🥈 Nr. 2 Jón Eli Ludvig – 518 m
🥉 Nr. 3 Niclas Poulsen – 510 m
Nr. 4 Ingvard Poulsen – 500 m
Nr. 5 Jógvan við Misá – 481 m

U14 Gentir – 3 min

🥇 Nr. 1 Amanda Santos Davidsen – 777 m

U14 Dreingir – 3 min

🥇 Nr. 1 Baldur Hvamsgjógv – 848 m
🥈 Nr. 2 Martin Mikkelsen – 844 m
Nr. 4 Brandur Reginsson – 757 m

U15 Gentir – 4 min

🥇 Nr. 1 Sirið Mørkøre – 1069 m
🥈 Nr. 2 Victoria Høghamar – 1049 m
🥉 Nr. 3 Anna Drós Sommer – 1027 m

U15 Dreingir – 4 min

🥇 Nr. 1 Rókur Strøm – 1203 m
🥈 Nr. 2 Arnar Daniel Hjaltason – 1197 m
🥉 Nr. 3 Yngvi B. Grástein – 1194 m
Nr. 8 Bárður D. Augustinussen – 1018 m

U16 Gentir – 2000 m

🥇 Nr. 1 Eyðbjørg Eidesgaard – 08:18.1
🥈 Nr. 2 Ronja Djónadóttir – 08:26.6

U16 Dreingir – 2000 m

🥇 Nr. 1 Áron Jónsson – 07:12.7
🥈 Nr. 2 Hans Vitus S. Samuelsen – 07:24.5
🥉 Nr. 3 Boas Høghamar – 07:43.9

U17 Gentir – 2000 m

🥇 Nr. 1 Kristvør Kjærbo Clementsen – 07:42.0
🥈 Nr. 2 Vár Dánjalsdóttir í Húsinum – 07:45.6

U17 Dreingir – 2000 m

Nr. 4 Pætur Krosstein – 07:04.0
Nr. 5 Ørvar á Reynatúgvu – 07:09.0

U18 Gentir – 2000 m

🥇 Nr. 1 Poula Christiansen – 07:27.7

U18 Dreingir – 2000 m

🥇 Nr. 1 Teitur Borg Brattaberg – 06:36.7
🥈 Nr. 2 Pætur Jógvansson Danielsen – 06:50.9

U19 Kvinnur – 2000 m

🥈 Nr. 2 Nanna Schiller Jóannisdóttir – 08:14.0

U19 Menn – 2000 m

🥉 Nr. 3 Pauli Joensen – 06:38.1
Nr. 6 Nóa Heri Rúnason – 06:44.1

U23 Kvinnur – 2000 m

🥈 Nr. 2 Mira Winther Klit – 07:50.9

LW Kvinnur – 2000 m

🥇 Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 07:31.7

LW Menn – 2000 m

🥉 Nr. 3 Kristjan Madsen – 07:19.6

LW Kvinnur 27+ – 1000 m

🥇 Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 03:33.9

Opin bólkur menn – 2000 m

🥈 Nr. 2 Símun Heinesen – 06:15.2
Nr. 5 Eli Thorsteinsson – 06:34.8

Opin bólkur menn – 1000 m

🥇 Nr. 1 Marnar W. Niclasen – 02:56.3
🥈 Nr. 2 Símun Tórur Joen-Jacobsen – 03:03.4

Menn 40+ – 1000 m

🥇 Nr. 1 Jóhan Klæmintson Jacobsen – 02:57.6

LW Menn 40+ – 1000 m

🥇 Nr. 1 Kristjan Madsen – 03:27.9

Kvinnur 50+ – 1000 m

Nr. 5 Jóna Danielsen – 03:53.4

Opin bólkur kvinnur – 6000 m

🥇 Nr. 1 Jóhanna av Steinum – 23:27.7

Sprint

U13 Dreingir – 100 m

🥇 Jón Eli Ludvig – 20.20 sek
🥈 William H. Kilgour – 20.40 sek
🥉 Niclas Poulsen – 21.20 sek
Nr. 4 Jógvan við Misá – 22.5 sek
Nr. 5 Rókur A. Kruse – 22.9 sek
Nr. 6 Áslakur Vang – 24.9 sek

U15 Gentir – 200 m

🥇 Sirið Mørkøre – 38.0 sek
🥈 Anna Drós Sommer – 39.6 sek
🥉 Victoria Høghamar – 40.0 sek
 Nr. 4 Amanda Santos Davidsen – 40.4 sek

U15 Dreingir – 200 m

🥇 Yngvi B. Grástein – 33.3 sek
🥈 Arnar Daniel Hjaltason – 33.8 sek
🥉 Rókur Strøm – 34.1 sek
 Nr. 6 Baldur Hvamsgjógv – 35.8 sek
 Nr. 7 Martin Mikkelsen – 35.9 sek
 Nr. 9 Jógvan Fríði Christiansen – 38.5 sek
 Nr. 12 Bárður D. Augustinussen – 42.0 sek
 Nr. 16 Brandur Reginsson – 43.7 se

U17 Gentir – 200 m

🥇 Vár Dánjalsdóttir í Húsinum – 36.0 sek
🥉 Eyðbjørg Eidesgaard – 38.9 sek
 Nr. 5 Ronja Djónadóttir – 41.5 sek

U17 Dreingir – 200m

Nr. 4 Áron Jónsson – 33.5 sek
Nr. 8 Boas Høghamar – 36.5 sek
Nr. 9 Hans Vitus S. Samuelsen – 36.9 sek
Nr. 14 Adam E. Johannesen – 39.5 sek

U19 Kvinnur – 200m

🥈 Poula Christiansen – 36.9 sek
🥉 Nanna Schiller Jóannisdóttir – 39.7 sek

U19 Menn – 200 m

🥈 Nóa Heri Rúnason – 31.1 sek
🥉 Pauli Joensen – 31.2 sek
 Nr. 4 Pætur Jógvansson Danielsen – 32.9 sek

U23 Kvinnur – 200m

🥇 Mira Winther Klit – 35.8 sek

Opin bólkur kvinnur – 200 m

🥇 Vár G. Hansen – 31.2 sek
🥉 Jóhanna av Steinum – 34.4 sek
Nr. 6 Sarita Kristina Hansen – 37.2 sek

Opin bólkur menn – 200m

🥉 Marnar W. Niclasen – 29.3 sek
Nr. 4 Símun Tórur Joen-Jacobsen – 30.3 sek

Kvinnur 27+ – 200m

Nr. 4 Sarita Kristina Hansen – 36.9 sek

Kvinnur 40+ – 200m

🥇 Jóhanna av Steinum – 34.5 sek

Kvinnur 50+ – 200m

Nr. 5 Anna Christiansen – 40.2 sek
Nr. 8 Jóna Danielsen – 40.8 sek

Menn 40+ – 200m

🥉 Jóhan K. Jacobsen – 29.9 sek
Nr. 7 Kristjan Madsen – 32.8 sek
Nr. 10 Finnur Joen-Jacobsen – 34.8 sek
Nr. 12 Eli Thorsteinsson – 1:38.9

Samandráttur

  • 🥇 25 gull
  • 🥈 18 silvur
  • 🥉 17 bronsu

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM - 2025/2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
20250308_095016
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 4/FM - 2026
IMG_4274
FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin
NM 2026
NM 2026 - Heiðursmerkjaregn
1 2 3 35