Bert ein mánaður til ársins fyrsta Burn Róður
Nú er bert ein mánaður, til fyrsti Burn Róðurin í nýggja kappingarárinum verður á skránni. Kappingarárið 2026/27 bjóðar upp á fimm innandurakappingar.
Fyri jól verða tríggjar kappingar, har kappast verður á klassiska 2.000 metra teininum. Stutt eftir nýggjár verur Bylgjan karmur um ársins sísta Burn Róður. Hesar fýra kappingar mynda samstundis ársins Grand Prix-kapping. Inniróðursárið endar síðan við FM-stevnuni við Streymin 6. mars.
Tilmeldingin er opin. Á innirodur.rsf.fo
Kappingarskráin 2026/27
3. oktober 2026 – Giljanes, Ítróttarhøllin
31. oktober 2026 – Tórshavn, Høllin á Fløtum
28. november 2026 – Trongisvágur, Ítróttarhøllin
9. januar 2027 – Runavík, Bylgjan
6. mars 2027 – Oyrarbakki, Skúlin við Streymin
Tríggjar Grand Prix-kappingar fyri jól
Kappingarnar á Giljanesi, í Tórshavn, í Trongisvági og í Runavík verða skipaðar sum Grand Prix-kappingar. Eins og undanfarin ár vinna íðkararnir sær stig í hvørjari kapping, og eftir fjóðru og seinastu Grand Prix-kappingina verður greitt, hvør stendur ovast samanlagt.
Í øllum fýra Grand Prix-kappingunum verður kappast á klassiska 2.000 metra teininum.
Sísti Burn Róðurin fellur saman við DM, har RSF sendur eitt ungdómslandslið at luttaka. Tí fara tíðirnar sum landsliðsíkararnir fáa til DM kappingina at telja við til Burn Róður 4.
FM verður nú ein sjálvstøðug kapping
Ein broyting verður eisini í FM-kappingini hetta kappingarárið.
Undanfarin ár hevur FM-stevnan samstundis verið seinasta Grand Prix-kappingin. Hetta verður nú broytt, soleiðis at Grand Prix og FM verða tvær atskildar kappingar.
Grand Prix-kappingin verður sostatt avgjørd eftir tær tríggjar kappingarnar fyri jól, meðan tað 6. mars við Streymin verður kappast um sjálv føroyameistaraheitini.
Við hesum verður ein greiðari skilnaður millum Grand Prix og FM, og báðar kappingarnar fáa hvør sín sjálvstøðuga leiklut í inniróðursárinum.
Vit gleða okkum til eitt nýtt kappingarár
Róðrarsamband Føroya gleðir seg til eitt nýtt og spennandi inniróðursár. Fyrireikingarnar til tær ymisku kappingarnar eru longu í gongd, og vit vóna aftur í ár at síggja nógvar rógvarar úr øllum landinum taka lut.
Í fyriskipanini av kappingunum fáa vit góða hjálp frá Miðvágs Róðrarfelagi, Havnar Róðrarfelagi, Froðbiar Sóknar Róðrarfelagi og Kappróðrarfelagnum NSÍ. Vit takka feløgunum fyri, at tey hava játtað at taka lut í fyriskipanini og fyri teirra íkast til inniróðurin.
Eisini vilja vit takka stuðlum okkara,
Burn,
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Elektron
Nú er niðurteljingin av álvara byrjað – 3. oktober ljóðar fyrsta startskotið á Giljanesi.