EM í París – dagur tvey

Annan dagin á rað hava føroysku landsliðsrógvararnir kappast um Europeiska Meistaraheitið.

Í dag hava øll róð 2000 metur og hava nátt persónligum málum og metum.

Sarita Kristina Hansen og Inga Weihe Sivertsen vóru fyrstar at kappast í morgun og hareftir gekk tað slag í slag við kappingunum.

Endaliga úrslitið er enn ein staðfesting av, at føroyskir rógvarar eru millum tey allarbestu á europeiskum og eisini altjóða støði.

Tíðarnar frá leygardegnum 28. januar 2023:

2000 mtr LW 30-39

Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 7.25,3

2000 mtr W 39-30

Nr. 4 Inga Weihe Sivertsen – 7.22,2

2000 mtr LM

Nr. 9 Hans Petur Brekkstein – 6.40,3

2000 mtr U23 W

Nr. 4 Sára Maria Johansen – 7.11,3

Nr. 5 Vár Guriardóttur Hansen – 7.23,8

2000 mtr U23 WL

Nr. 3 Zoe Elisabeth Dickson – 7.31,2

2000 mtr U19 M

Nr. 4 Mattias Durhuus – 6.13,9

Á myndini síggjast Sára Maria, Vár, Sarita og Zoe.

Um ein mánað verður HM í Toronto, har fimm av hesum sjey rógvarum skulu kappast aftur.

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
20251004_151621
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
1 2 3 … 36