Kappingarárið 2023

Høvuðsstuðul

Síðan oktober 2022 hevur Róðrarsambandið, saman við lokalfeløgum, skipað fyri fýra Grand Prix kappingum í inniróðri.

 

Fyrsta kappingin var á Eiði, næsta við Løkin í Runavík, triðja í høllini í Kollafirði og 4. fjórða og seinasta umfarið var í høllini við Streymin, leygardagin 11. mars. 

 

Til kappingina leygardagin varð samstundis kappast um Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar og lið. 

Íalt 143 einstaklingar hava luttikið í einari ella fleiri kappingum í vetur, harav luttóku beint undir 100 einstaklingar í FM kappingini og 22 lið á 4 luttakarar í staffettkappingini.

 

31 føroyameistarar og 26 Grand Prix vinnarar, í aldrinum 12 til 60 ár, vóru funnir til kappingina í gjár. Luttakararnir vóru úr øllum landinum, og flestu róðrarfeløg vóru umboðað í kappingini. 

 

Róðrarsambandið hevur, umframt heimligu kappingarnar, luttikið í DM í Gladsaxe, har 11 ungir rógvarar undir 17 ár kappaðust við góðum úrslitum. Sjey vaksnir rógvarar vóru til EM í París og 6 rógvarar luttóku í HM, sum var í Toronto í februar. 

 

Íalt hava føroysku rógvararnir vunnið seg til 17 gull, 10 silvur, og 7 bronsu heiðursmerkir í uttanlandskappingum, umframt nakrir rógvarar sum luttóku í Open Nordic, ið varð skipað netborið í februar, eisini við góðum úrslitum.

 

Róðrarsambandið fegnast um góðu undirtøkuna og luttøkuna í inniróðri, bæði í Føroyum og uttanlands, har føroysku rógvararnir hava gott umdømi í róðrarheiminum. 

 

Aðalfundurin hjá RSF verður 18. mars, og eftir tað verður farið í gongd við at fyriskipa FM-kappingarnar í kappróðri í summar. Endalig avgerð er ikki tikin um nakað Ódnartak enn, men væntandi verður ein ella tvey í mai.

 

Fyrsti FM-róðurin verður á norðoyastevnu 3. juni, sundalagsstevna í Hósvík 17. juni, Jóansøka á Tvøroyri 24. juni, Varmakelda 1. juli, fjarðastevna á Strondum 8. juli, vestanstevna í Miðvági 15. juli og til seinast Ólavsøkan 28. juli.

 

Tvey nýggj róðrarfeløg eru stovnað seinastu árini – eitt á Eiði og eitt í Hvalba. Íalt eru nú 26 róðrarfeløg undir Róðrarsambandi Føroya, summi meir virkin enn onnur.

 

Kappróðurin hevur seinastu árini haft vaksandi luttakandi bátar og manningar.

Til samanlíkning kann nevnast, at í:

2022 luttóku 110 manningar á einari ella fleiri FM-stevnum, harav 87 á Ólavsøku.

2021 luttóku 132 manningar, harav 106 í Ólavsøkuróðrinum.

2020 luttóku 120 manningar, harav 84 á Ólavsøku

2019 luttóku   68 manningar á Ólavsøku, 65 í 2018 og 79 í 2017.

 

Umframt inniróður og kappróður, luttekur Róðrarsambandið eisini í Skúlaleikum og Føroyaleikum í samstarvið við Ítróttarsambandið.

FLEIRI TÍÐINDI

20241102_1414053953429216450243365
GRANDPRIX 2025 - SAMLAÐ ÚRSLIT
pro-uMEz4LWG
ÚRSLIT GRANDPRIX 2 – 2025
20230929_182103
STROYMING GRANDPRIX 2 - 2025
20241005_132024
STARTRØÐ GRANDPRIX 2 - 2025
(Dagført 01-11-2024)
pro-uMEz4LWG
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
1 2 3 22