Bert ein mánaður til ársins fyrsta Burn Róður
Nú er bert ein mánaður, til fyrsti Burn Róðurin í nýggja kappingarárinum verður á skránni. Kappingarárið 2026/27 bjóðar upp á fimm innandurakappingar, har bæði tað vælkenda og nakað nýtt verður á skránni.
Fyri jól verða tríggjar kappingar, har kappast verður á klassiska 2.000 metra teininum. Hesar tríggjar kappingarnar mynda samstundis ársins Grand Prix-kapping. Stutt eftir nýggjár verður farið undir nakað nýtt, tá Bylgjan í Runavík verður karmur um eina kapping við øðrum teinum. Inniróðursárið endar síðan við FM-stevnuni við Streymin 6. mars.
Tilmeldingin opnar mánakvøldi 7. september.
Kappingarskráin 2026/27
3. oktober 2026 – Giljanes, Ítróttarhøllin
31. oktober 2026 – Tórshavn, Høllin á Fløtum
28. november 2026 – Trongisvágur, Ítróttarhøllin
9. januar 2027 – Runavík, Bylgjan
6. mars 2027 – Oyrarbakki, Skúlin við Streymin
Tríggjar Grand Prix-kappingar fyri jól
Kappingarnar á Giljanesi, í Tórshavn og í Trongisvági verða skipaðar sum Grand Prix-kappingar. Eins og undanfarin ár vinna íðkararnir sær stig í hvørjari kapping, og eftir triðju og seinastu Grand Prix-kappingina verður greitt, hvør stendur ovast samanlagt.
Í øllum trimum Grand Prix-kappingunum verður kappast á klassiska 2.000 metra teininum.
Nakað nýtt í Runavík
9. januar 2027 verður Bylgjan í Runavík karmur um eina øðrvísi inniróðurskapping. Her verður farið burtur frá klassiska 2.000 metra teininum og í staðin kappast á øðrum teinum.
Inniróður er nógv meira enn bert 2.000 metrar. Seinastu árini hevur World Rowing eisini lagt størri dent á aðrar kappingarteinar, og føroyskir rógvarar hava fleiri ferðir víst, at teir standa seg væl á altjóða stuttteina- og sprintkappingum.
RSF vil tí menna henda partin av inniróðrinum eisini í Føroyum. Kappingin í Runavík verður fyrsta stigið, og vit eru spent at síggja, hvussu hesin nýggi kappingarleisturin verður móttikin.
Nærri kunning um teinar, kappingarbólkar og kappingarleist verður kunngjørd seinni.
FM verður nú ein sjálvstøðug kapping
Ein broyting verður eisini í FM-kappingini hetta kappingarárið.
Undanfarin ár hevur FM-stevnan samstundis verið seinasta Grand Prix-kappingin. Hetta verður nú broytt, soleiðis at Grand Prix og FM verða tvær atskildar kappingar.
Grand Prix-kappingin verður sostatt avgjørd eftir tær tríggjar kappingarnar fyri jól, meðan tað 6. mars við Streymin verður kappast um sjálv føroyameistaraheitini.
Við hesum verður ein greiðari skilnaður millum Grand Prix og FM, og báðar kappingarnar fáa hvør sín sjálvstøðuga leiklut í inniróðursárinum.
Vit gleða okkum til eitt nýtt kappingarár
Róðrarsamband Føroya gleðir seg til eitt nýtt og spennandi inniróðursár. Fyrireikingarnar til tær ymisku kappingarnar eru longu í gongd, og vit vóna aftur í ár at síggja nógvar rógvarar úr øllum landinum taka lut.
Í fyriskipanini av kappingunum fáa vit góða hjálp frá Miðvágs Róðrarfelagi, Havnar Róðrarfelagi, Froðbiar Sóknar Róðrarfelagi og Kappróðrarfelagnum NSÍ. Vit takka feløgunum fyri, at tey hava játtað at taka lut í fyriskipanini og fyri teirra íkast til inniróðurin.
Eisini vilja vit takka stuðlum okkara,
Burn,
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Elektron
Nú er niðurteljingin av álvara byrjað – 3. oktober ljóðar fyrsta startskotið á Giljanesi.