Inniróður 2022/23

Kappingarnar í inniróðri verða frá 8. oktober 2022 til 11. mars 2023

Eins og undanfarin ár, verður kappast í fýra grand prix umførum, har seinasta umfarið eisini verður um føroyameistaraheitið (FM).

Kappingarnar verða hesar dagar:

  • 8. oktober 2022 (kunngjørt seinni)
  • 12. november 2022 Løkshøll í Runavík
  • 10. desember 2022 (kunngjørt seinni)
  • 11. mars 2022 (FM) Høllini við Streymin

Til tríggjar tær fyrstu grand prixkappingarnar eru vektflokkarnir +2,5 kg, tvs. fyri kvinnur er markið 61,5 + 2,5 kg, og menn 75 + 2,5 kg. Til seinastu grand prix kappingina og FM er markið fyri kvinnur 61,5 kg og menn 75 kg.

Tilmeldingarvindeygað á innirodur.rsf.fo letur upp, fríggjadagin 9. september kl. 10.00. Síðsta freist at melda til kappingarnar í inniróðri 2022/23 er leygarkvøldið 1. oktober 2022 kl 23.59

Luttøkugjaldið er 100 kr., sjálvt um róð verður í einari ella øllum kappingunum.

Umframt heimligu kappingarnar verða fleiri altjóða kappingar. Róðrarsambandið hevur avgjørt at luttaka í:

DM – 21. januar 2023

EM – 28/29. januar 2023

Nordic Open – 11. februar 2023 (netborið)

HM – 25/26. februar 2023 (hybrid)

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM - 2025/2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
20250308_095016
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 4/FM - 2026
IMG_4274
FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin
NM 2026
NM 2026 - Heiðursmerkjaregn
1 2 3 35