Føroyingar luttaka í HM í inniróðri/WRICH2023

24. 02 2023

Í morgin verður HM í inniróðri, og seks føroyskir rógvarir luttaka.

Wrich 2023 er í ár skipað sum ein hybrid kapping, tvs. at rógvarar rógva á staðnum og netborið. Føroyar eru einasta norðurlenska landið, sum hevur rógvarar á staðnum, meðan Danmark, Noregi, Svøríki og Finland luttaka netborið. Í alt 2000 rógvarar frá 70 londum luttaka í kappingini.

Dagarnir uppundir kappingina hava føroysku rógvarnir vant seg til tíðarmunin á -5 tímar, tey hava vant og verið onkra útferð.

Í gjár vóru vit av fyrireikarunum av Wrich spurd, um vit kundu tosa við Haydn Watters, ið er ein ítrótta/rógving viðmerkjari og tíðindafólk frá CBC Listen. Hann hevur m.a. sendingina Here and Now fríggjadagar seinnapart frá kl. 15 til 17 lokala tíð, sum er frá kl. 20-22 føroyska tíð. Sendingin kann hoyrast á netinum ella á APP’ini CBC Listen – leita eftir “Here and Now Toronto”. Hoyr samrøðurnar Haydn gjørdi við Elsu Magnussen, næstforkvinnu í RSF, Vár G. Hansen, rógvara og Saritu K. Hansen, rógvara og landsliðsvenjara.

Í dag fríggjadag hava vit verið og skrásett okkum og hava fingið rundvísing í Paramount Fine Foods Centre, har kappingin verður.

Kappingarnar vera vístar live á CBC Sports og stroymdar á CBC Gem og á YouTube kanalini hjá World Rowing – sí meir kunning HER.

Leygardag verður kappast í 500 metrum:

Kl. 17.00 Føroyska tíð:Kvinnur 21-22 (U23W)Sára Maria Johansen (42)
Vár G. Hansen (43)
Kvinnur 21-22 lættvekt (U23LW):Zoe E. Dickson (50)
Kl. 20.06Menn 17-18 (U19M)Mattias Durhuus (52)
Kl. 20.16Kvinnur 23-39 lættvektSarita K. Hansen (1)
Elsa Magnussen (2)

Sunnudag verður kappast í 2000 metrum:

Kl. 15.08 Kvinnur 21-22 (U23W)Sára Maria Johansen (40)
Vár G. Hansen (44)
Kvinnur 21-22 lættvekt (U23LW)Zoe E. Dickson (58)
Kl. 20.17Kvinnur 23-39 lættvektSarita K. Hansen (8)
Kl. 20.46Menn 17-18 (U19M)Mattias Durhuus (7)


Sí meir um tíðir og luttakaralistar her:

https://wrichtoronto2023.ca/wp-content/uploads/2023/02/WRICH2023-Schedule.pdf

https://regatta.time-team.nl/wrich/2023/entries/events.php

Vit leggja myndir og úrslit út á okkara sosialu miðlar, meðan kappingin er.

Hópurin verður heima aftur í Føroyum týskvøldið kl. 19.20.

FLERI TÍÐINDI

Kappingarárið 2023
ÚRSLIT GRANDPRIX 4 – 2022-2023
STARTRØÐ – GRANDPRIX 4 / FM 2022-2023
KUNNING UM FM KAPPINGINA Í INNIRÓÐRI 11. MARS 2023