Føroyskir heimsmeistarar í inniróðri

Høvuðsstuðul

Føroysku rógvararnir hava í dag kappast á 500 metrum í HM í inniróðri.

Úrslitini talan fyri seg, og føroysku rógvararnir hava enn einaferð prógvað, at teir eru millum heimsins bestu.

Byrjað var kl 12, og longu tá fingu vit tveir heimsmeistarar og eitt flott 3. pláss.

 

Vár og Sára Maria róðu í bólkinum 21-22 og Vár legði hart út og vann bólkin sannførandi.

Sára Maria róði seg til eitt flott 3. pláss og setti somuleiðis persónligt met.

Zoe róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Zoe róði ein sannførandi róður og gjørdist heimsmeistari.

Mattias róði í bólkinum 17-18 ár, og aftur her fingu Føroyar ein heimsmeistara. Mattias setti somuleiðis persónligt met.

Sarita og Elsa róðu í lættvekstbólkinum 23-39 ár. Í harðari kapping megnaði Sarita eitt flott 2. pláss. Elsa róði fyri fyrstu ferð í lættvektsbólkinum og bleiv nr. 5.

 

Róðrarsambandið fegnast um avbera góðu úrslitini og gleðist saman við okkara dugnaligu rógvarum.

 

Tíðirnar hjá Føroysku rógvarunum eru niðanfyri:

Vár G. Hansen 1:32.0

Sára Maria Johansen 1:34.1

Zoe E. Dickson 1:40.7

Mattias Durhuus 1:18.8

Sarita Kristina Hansen 1:38.6

Elsa Magnussen 1:41.1

 

Í morgin verður kappast á 2000 metrum, og Róðrarsambandið ynskir føroysku rógvarunum bestu eydnu.

 

FLEIRI TÍÐINDI

20251004_151616
Stroyming BURN Róður 2
20251004_151621
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
innirodur
Burn Róður heldur fram í Trongisvági
20251004_124619
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 - 2025/2026
20251004_124624
Stroyming BURN Róður 1
1 2 3 28