E-róður – inniróður fyri øll

Eru tit til reiðar at uppliva ein nýhugsaðan máta at skipa kappingar í innirógving?

Danska róðrarsambandið/Dansk Forening for rosport presenterar eRoning Games 2023, sum er ein nýggjur háttur at skipa kappingar í inniróðri upp á. ERoning Games tvinnar tøknfrøði, kapping og rógving saman á ein serligan hátt.

Kappingin er fyri øll – roynd, óroynd og motionistar – rógvarar, arbeiðspláss og kondiíðkarar. Málbólkurin er størri enn nakrantíð áður.Kappingin er netborin. Luttakarar kappast har teir ynskja, td. heima, í felagnum, á arbeiðsplássinum ella í einum fitnesshøli. Alt sum brúk er fyri, er ein rógvimaskina, ein telda við USB stikki, ein USB-kaðal, ið passar millum telduna og PM5’arin (hevur USB-B port), umframt atgongd til internet.

Tann 25. november verður skipað fyri hesum nýggja mátanum at kappast upp á.

Melda teg til longu í dag og ver við í fyrstu eRoning Games 2023, sum verður 25. november 2023. Freistin at melda til er mánadagin 13. november 2023.

Meir kunning og tilmelding sæst á heimasíðuni hjá danska róðrarsambandinum: LINK

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM - 2025/2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
20250308_095016
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 4/FM - 2026
IMG_4274
FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin
NM 2026
NM 2026 - Heiðursmerkjaregn
1 2 3 35