Fleiri heiðursmerki í HM í inniróðri

Seinastu tvey vikuskiftini hevur verið kappast í HM í inniróðri. Kappast var á netinum, og høvdu luttakararnir møguleika at sita í hvør sínum staðið runt heimin og kappast á skipanini hjá World Rowing. Hetta gav eisini møguleika hjá onkrum føroyskur rógvara, sum var til skips, eisini at luttaka í kappingini.

Kappast var í tveimum ymiskum teinum, í 500 metrar teininum høvdu 12 føroyingar lokið kravtíðina til kappingina og í 2000 metrar teininum vóru 10 luttakarar sum høvdu kvalifiserað seg.

Róðrarsambandið hevði fingið avtalu í lag, at rógvararnir kundu kappast í stórhøllini við Tjarnir upplatingardagin 15. februar og sunnudagin eftir,  tá 500 metrar kappingarnar vóru hildnar. Hetta var sostatt fyrsta altjóða skrásetta kappingin sum var hildin í høllini, og sigast má at áhugin fyri kappingini var stórur hjá almenninginum og fjølmiðlunum at fylgja við hesar dagarnar.  Okkara luttakarar stóðu seg væl og fingu vit tvey silvur heiðursmerkir hetta vikuskiftið, sum Sarita K. Hansen og Mattias Durhuus róðu heim fyri Føroyar.

Vikuskiftið eftir tann 22. og 23. februar varð kappast á 2000 metrar teininum. Skúlin við Gøtugjógv hýsti  hesari kappingini, sum eisini var vælvitjað av áskoðarum, ið koyrdu á okkara rógvarar. Leygardagin vóru innleiðandi umførini rógvin, og róðu fýra rógvarar seg til semifinalurnar sunnudagin. Vónirnarar til heiðursmerkir vóru eisini góðar og tá allar kappingarnar vóru lidnar, høvdu okkara dugnaligu luttakarar vunnið fleiri heiðursmerkir afturat til Føroyar. Sarita K. Hansen og Pauli Joensen vunnu bronsuheiðursmerkir og  Tanja K. Dam silvursmerki  í sínum bólkum.

Róðrarsamband Føroya fegnast um stóru luttøkuna frá okkara rógvarum. Tað er at fegnast um, at aldursbýti strekkir seg frá heilt ungum tannáringum og til rógvarar sum eru meira tilkomnir, men enn síggja út sum tannáringar, grunda á allar tímarnar á rógvimaskinuni.

Næsta innirógvikapping verður FM í inniróðri, sum verður 8 mars í Skúlanum við Streym.


Samlaðu úrslitini vóru fylgjandi:

2000 metrar teinurin:

U17 ár dreingir

Pauli Joensen                                          Nr 3

Teitur B. Brattaberg                                Nr 8

U17 ár gentur

Vár í Húsinum                                          Nr 9

Poula Christiansen                                  Nr 11

Nanna Schiller                                          Nr 13

Bólkur 19-20 ár

Tanja K Dam                                             Nr 2

Bólkur 23-39 ár – lættvekt

Sarita K Hansen                                        Nr3

Bólkur 40-44 ár kvinnur

Jóhanna av Steinum                                Nr 8

Bolkur 40-44 ár menn

Jóhan K. Jacobsen                                    Nr 12

Bólkur 55-59 ár

Heri Mortensen                                       Nr 16

 

500 metrar teinurin:

U17 dreingir

Kristian S. Johannesen

Jógvan F. Christiansen

Nóa Rúnason

Pauli Joensen

U17 gentur

Nanna Schiller

Poula Christiansen

Vár í Húsinum

U19-20 ár menn

Mattias Durhuus

U21-22 ár menn

Símun Tórur Joen-Jacobsen

23-39 ár kvinnur

Vár G. Hansen

Sarita K. Hansen (lættvekt bólkurin)

40-44 ár kvinnur

Jóhanna av Steinum

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM - 2025/2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
20250308_095016
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 4/FM - 2026
IMG_4274
FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin
NM 2026
NM 2026 - Heiðursmerkjaregn
1 2 3 35