RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið

Róðrarsamband Føroya og Tobias S. Kempf hava longt samstarvið og gjørt ein nýggjan tvey ára sáttmála. Tobias heldur sostatt fram sum landsliðsvenjari og ráðgevi í inniróðri hjá RSF næstu tvey árini.

RSF er væl nøgt við arbeiðið, sum Tobias hevur gjørt seinasta kappingarár. Føroyskir innirógvarar hava havt góða framgongd, og Tobias hevur serliga lagt dent á teknik, menning og arbeiðið við tí einstaka íkaranum.

– Við einum tvey ára sáttmála fáa vit størri støðufesti í landsliðsarbeiðið. Tað gevur Tobias betri møguleika at arbeiða miðvíst og langsiktað við íkarunum, samstundis sum vit kunnu byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum longu er gjørt, sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.

Arbeiðið við nýggja kappingarárinum er longu farið í gongd. Fyrsta landsliðsvenjingin var í farnu viku, har ein bruttohópur við bæði ungum og vaksnum íkarum vóru boðin í Havnar Róðrarfelag, og uppmøtingin var góð. Ætlanin er at hava regluligar felagsvenjingar gjøgnum heystið og veturin. Upp undir tær einstøku kappingarnar verður úttøka til landsliðið, og venjingin verður tá meira miðvís fyri úttikna hópin.

Tobias fer eisini at vitja feløgini kring landið og hava samband við íkarar.

Fleiri spennandi avbjóðingar liggja fyri framman. Landsliðið fer í kappingarárinum eftir ætlan at luttaka í talgilda NM og HM umframt DM, EM og BRIC/HM.

FLEIRI TÍÐINDI

RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
20251004_151621
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM - 2025/2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
1 2 3 36