Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri
5 og 6. desember verður National Exhibition Centre í Birmingham í Onglandi karmur um heimsmeistarakappingina í inniróðri, sum verður hildin saman við bretsku meistarakappingini (BRIC). Róðrarsamband Føroya hevur úttikið fimm íkarar at umboða føroyska landsliðið til kappingarnar.
Hesir íkarar eru úttiknir:
- Vár Guriardóttir Hansen, Argja Róðrarfelag
- Sarita Kristina Hansen, KÍF Kappróður
- Jóhanna av Steinum, Havnar Róðrarfelag
- Símun Heinesen, Klaksvíkar Róðrarfelag
- Hans Jose Poulsen, Eiðis Róðrarfelag
Íkararnir eru úttiknir við støði í úrslitum og einari heildarmeting av menningarmøguleikum, ágrýtni og ídni. Málsetningurin er at røkka góðum úrslitum og stríðast um heiðursmerkini, men fyrst og fremst at hvør einstakur íkari fær sítt besta fram og setur persónligt met.
Landsliðsvenjarin, Tobias S. Kempf, hevur staðið fyri ítróttarligu fyrireikingunum til HM. Hann hevur skipað fyri regluligum felagsvenjingum og fylgt upp við venjingini hjá íkarunum. Tobias fer eisini við landsliðinum til Birmingham, har hann verður við til at stuðla og vegleiða íkarunum undir kappingunum.
Leygardagin 5. desember verður kappast á 2000 og 500 metrum, har heimsmeistaraheitini skulu avgerast. Bretska meistarakappingin verður hildin samstundis, men bert bretskir ríkisborgarar kunnu vinna heiðursmerki í BRIC. Sunnudagin verður vælumtókta Super Sprint Sunday á skránni, har kappast verður á fimm ymiskum sprintteinum. Tað er ymiskt, hvørjar teinar landsliðsíkararnir luttaka á.
Umframt landsliðið fara fleiri aðrir føroyskir innirógvarar eisini at luttaka í Birmingham. Teir umboða ymisk føroysk róðrarfeløg og fara somuleiðis at royna seg móti altjóða kappingarneytum.
Róðrarsamband Føroya ynskir landsliðinum og øllum hinum føroysku íkarunum bestu eydnu til kappingarnar í Birmingham.