13 føroyskir rógvarar luttaka um vikuskiftið í EM í inniróðri. Orsakað av støðuni við covid-19 verður EM skipað sum online kapping.
RSF hevur skipað soleiðis fyri, at rógvararnir kunnu kappast í fimleikarahøllini í Kollafjarðar skúla.
6 rógvarar hava luttikið í dag, og 13 rógvarar luttaka í morgin.
Róðrarsambandi sendir beinleiðis á Facebook frá kappingini sunnudagin frá kl. 11.00
Úrslitini frá kappingini í dag síggjast her:
Kristian Linklett Mortansson gjørdist nr. 12 í bólkinum U23 við tíðini 6.24.1
Bergur Robert Dam Jensen gjørdist nr. 12 í bólkinum 30-39 ár lættvekt við tíðini 6.54.1
Elsa Magnussen gjørdist nr. 5 í bólkinum 30-39 ár við tíðini 7.21.2
Vár Hansen gjørdist nr. 4 í bólkinum U23 við tíðini 7.21.6.
Símun Tórur Joen-Jacobsen gjørdist nr. 28 í bólkinum SF B við tíðini 6.36.8
Sarita Kristina Hansen gjørdist nr. 1 í bólkinum 30-39 ár lættvekt og er evropameistari við tíðini 7.31.5