FM 2026 Nýtt Dato!

Nýtt dato FM 2026: 21. Mars! Við Steymin

Vegna samanfall í dagsettingini av Føroyameistaraskapinum (FM) og Norðurlandameistarskapinum (NM) hevur Róðrarsamband Føroya avgjørt at flyta FM til leygardagin 21. mars. Kappingin verður enn í ítróttarhøllini við Streymin.

NM er ein kapping sum nógvir føroyskir innirógvarar og vit í Róðrarsambandinum síggja fram til við spenningi, og ofta fáa føroysku íkarnir vunnið nógv heiðursmerkir heim til Føroya. Í fjør luttóku 90 føroyskir íkarar, teir vunnu 21 gull- 20 silvur- og 10 bronsuheiðursmerkir.

Í fleiri ár hevur NM verið fyriskipa síðst í mars, og gingu vit út frá at soleiðis fór eisini at vera í 2026. Fyriskiparnir av Norðurlandameistaraskapinum hava fyri stuttum kunngjørt nær NM verður, kappingin er sett at vera 7. mars, sama dato sum FM í inniróðri. Róðrarsamband Føroya harmast um at luttakandi limalond ikki vera spurd um dato, men mugu bert ásanna at fyri at føroysku íkarnir kunnu luttaka til bæði NM og FM eru vit noyd at flyta FM.

RSF gleðir seg til FM 21. mars

Høvðus- og Stórstuðlar:

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
20251004_151621
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
1 2 3 … 36