HM 2026 – finaludagur Startrøð

HM finaludagur í inniróðri – føroyskir rógvarar í níggju finalum

Í morgin verða finalurnar í HM í inniróðri 2026 rógvar. Hesaferð verður tað Fuglafjarðar skúli, sum verður karmur um kappingina, har føroysku landsliðsrógvararnir fara at kappast um heiðursmerkini.

Føroyar eru umboðaðar í níggju finalum, og harumframt luttekur Vár G. Hansen í mixed relay-finaluni saman við sveisaranum, Loic Schalbetter. Føroyar hava sostatt luttøku í øllum teinunum á finaludegnum.

Vónirnar til dagin eru góðar. Rógvararnir eru væl fyri og til reiðar at geva sítt besta. Fyrsti føroyski rógvarin stillar til start kl. 14.18, og tann seinasti fer á maskinuna kl. 21.15. Tað liggur sostatt ein langur og spennandi dagur fyri framman.

Startrøðin – føroyskir finalistar

1 minutt

  • Kl. 14.18 – Sarita K. Hansen (LW 23–39)
  • Kl. 14.47 – Vár í Húsunum (U17)
  • Kl. 14.53 – Vár G. Hansen (23–39)
  • Kl. 14.53 – Jóhanna av Steinum (45–49)

5000 metrar

  • Kl. 16.16 – Sarita K. Hansen (LW 23–39)
  • Kl. 17.38 – Símun Heinesen (23–39)

Mixed relay

  • Kl. 19.22 – Vár G. Hansen og Loic Schalbetter

1000 metrar

  • Kl. 20.47 – Kristvør K. Clementsen
  • Kl. 20.59 – Vár G. Hansen
  • Kl. 21.15 – Pauli Joensen

Øll eru hjartaliga vælkomin í fimleikahøllina í Fuglafjarðar skúla at heppa upp á føroyska landsliðið. Vit stroyma sjálvandi, umframt at vit leypandi dagførta á sosialu miðlunum hjá Róðrarsambandi Føroya.

Stuðlar hjá landsliðinum eru:

BURN

Føroya Skipara og Navigatørfelag

FLEIRI TÍÐINDI

20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM - 2025/2026
20241102_1414053953429216450243365
BURN RÓÐUR 2026 - SAMLAÐ ÚRSLIT
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
20250308_095016
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 4/FM - 2026
IMG_4274
FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin
NM 2026
NM 2026 - Heiðursmerkjaregn
1 2 3 35