FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin

FM 2026 í inniróðri – Kom við til endabrestin 🚣‍♂️

21. mars verður endabresturin í inniróðrarárinum, tá kappast verður um Føroyameistaraheitini í inniróðri 2026 í ítróttarhøllini við Streymin.

Dagurin bjóðar spennandi kappingar fyri allar aldursbólkar. Tey yngru rógva teinar á 2–4 minuttir, meðan tey eldru taka seg av klassiska 2000 metra teininum, sum krevur bæði styrki, úthaldni og taktiskan sans.

Eisini í ár verður kappast um Føroyameistaraheitini í sprint á 500 metrum. Hetta er ein kappingarformur, sum kom á skránna í fjør, og sum gevur rógvarum høvi at royna seg í einum styttri og meira eksplosivum teini. Kappast verður í fýra bólkum: U19 kvinnur og menn, og opin bólkur hjá kvinnum og monnum.

Dagurin endar, sum siður er, við einari spennandi liðkapping í stafett, har felagsskapur og taktikkur veruliga koma til sín rætt.

Vit kunnu tí gleða okkum til ein dag við hørðum róðrum, persónligum metum og stórum løtum, tá nýggir føroyameistarar verða krýndir.

Tiltakið verður eisini stroymt á YouTube-vanganum hjá Róðrarsambandi Føroya, so øll kunnu fylgja við.

Melda til nú

Tilmelding fer fram á: inniróður.rsf.fo

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 16. mars kl. 23.59.

Spurningurin er bara:
Setur tú persónligt met – ella goymir ein føroyameistari seg í tær?

Burn

FLEIRI TÍÐINDI

Image_20261004_114019_482 (1)
STROYMING BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20261004_114019_437 (1)
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20261004_114019_610 (1)
BURN RÓÐUR 2026/2027 - SAMLAÐ ÚRSLIT
Image_20250321_195740_024
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
1 2 3 … 37