Fyrsti BURN róðurin klárur – metlutøka á Eiđi

Leygardagin 4. oktober verður farið undir nýggja kappingarárið í inniróðri, tá fyrsti BURN Róður verður hildin á Eiđi. Hetta er fyrsta av fýra kappingum í ár, har endalig FM-finala verður rógvin í mars 2026.

BURN er nýggjur høvuðsstuðul hjá inniróðrinum, og kappingarnar bera nú heitið BURN Róđur. Eftir kappingina á Eiđi heldur BURN róðurin fram í Trongisvági tann 1. november, síðani á Kambsdali 29. november, áðrenn finalan og føroyameistarakappingin verður 7. mars í ítróttarhølini við Streymin.

At áhugin fyri inniróðri er í stórari menning, sæst aftur í tilmeldingunum: Heili 95 rógvarar hava teknað seg til kappingina á Eiđi – tað hægsta talið, sum nakrantíð hevur verið til eina inniróðurstevnu í Føroyum, FM undantikiđ. Hetta boðar frá einum spennandi og sterktum kappingarári.

Startrøðin til kappingina er longu klár og sæst á heimasíðuni innirodur.rsf.fo. Kappingin byrjar kl. 13.00, og øll kunnu fylgja við beinleiðis, tá Róðrarsamband Føroya stroymir róðrarnar á YouTube-vanganum hjá RSF og á heimasíðuni.

Kappingarleiđarin í Róðrarsambandi Føroya, Mira W Klit, sigur soleiðis um kappingina:
“Vit fegnast stórliga um tann áhuga, sum vit síggja í inniróðrinum. At vit longu nú hava metlutøku til fyrsta BURN róðurin vísir, at hetta er ein ítróttargrein í øgiligari menning. Vit gleða okkum til kappingarárið, og vit vænta nógvar spennandi róðrar og stórar upplivingar fyri bæði rógvarar og áskoðarar.”

Við BURN sum stuðli og við eini so sterka byrjan liggur alt til rættis fyri, at inniróðurin í Føroyum fer at taka enn eitt stórt fet fram í 2025/26.

Høvđus- og stórstuđlar hjâ Róđrarsambandi Føroya eru:

Kemilux

BURN

Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

FLEIRI TÍÐINDI

Image_20261004_114019_482 (1)
STROYMING BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20261004_114019_437 (1)
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20261004_114019_610 (1)
BURN RÓÐUR 2026/2027 - SAMLAÐ ÚRSLIT
Image_20250321_195740_024
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
1 2 3 … 37